30. juli varð Eiler Jacobsen, Eiler á Mølini sum var nevndur her, áttati.
Hann kom til Skálavíkar sum heilt lítil smádrongur, mamma hansara, ið var einkja giftist við Niels á Hamri og búsettust niðri á Møl. Har varð hann vandur til mans. Hann var ein sera dámligur og raskur ungur maður. Fór ungur at føra skip, m. a. Brimnes, Vørðuna, Atlantsfarið, Beinir.
At ein raskur skipari var í einari bygd, hevði sera stóran týdning. Nógvir skálvíkskingar vóru við. Tað var ein góður tjansur at sleppa við honum.
Eg minnist einaferð sum óviti, Eiler førdi Vørðuna, sunnan úr Vági, á sild. Tá kom pápin upp á kamarið tíðliga um morgunin og vakti Jens bróður og meg og segði: »Komið upp og síggið, Vørðan kemur tjokk full av sild inn á Víkina«. Tá komu teir av sildafeltinum at seta fólk av, og pápin og vit fóru umborð við Jaktini.
Evni var í, tað dugdu aðrir at síggja. Hann var blaðungur, tá hann, aftan á Atlantsfarið, fekk spildurnýggja línubátin Beinir at føra. Tað var ikki eiti á álit, ið reiðarin, Poul Hansen, gav honum. Væl gekst, Beinir var eitt rokskip.
Eiler vildi meira og bygdi Ísborg saman við øðrum, m. a. Sámali, beiggja sínum, ið hevur verið honum ein góður stuðul. Tað var ikki bara sum at siga tað at lata byggja nýtt skip. Nógv varð spent fyri, men tað gekk, og gekk betur og betur, so at Eiler sjálvur bygdi, nótabátin Sólborg. Í hesum sambandi var stuttligt at hoyra Eiler siga frá, hvussu væl hann beilv móttikin og stuðlaður av Petur Mohr Dam, sála, ið var løgmaður tá.
Hansara tíð sum skipari og vinnulívsmaður hevur verið sum eitt ævintýr. Tað kom ikki av sær sjálvum. Eiler var so sera driftigur, spardi ikki seg sjálvan og hevur dugað at skipað væl fyri og sæð møguleikarnar frameftir.
Skipini hjá Eileri høvdu nógv at siga fyri Skálavík. Tað gav at býta, í nógv ár var skattainntøkan pr. fólk, hægst her í oynni. Ikki mundi vera sørt, at tað dryppaði á handilsmannin eisini.
Eiler hevur verið góður við sína heimbygd. Hann rætti eina munandi hond, tá fiskavirki varð bygt her í bygdini. Í løtuni er ein stór bygging av deplinum hjá Eileri í gerð her í Skálavík.
Eiler og pápin, Viggo, vóru bestu vinmenn, og má eg siga her, at tú var ein trúgvur vinur. Hvørja ferð tú fekk eitt nýtt skip, bjóðaði tú pápanum við royndartúrin. Tað var pent gjørt, og tað gleddi pápan og okkum nógv. Tað skal tú hava takk fyri!
Nógv meira kundi verið skrivað um henda merkismann og slóðbrótara.
Hartaliga tillukku við áttati ára degnum Eiler.
-----------
Bjarni