Eimskip keypt trý skip afturat

Íslendska skipafelagið Eimskip hevur skrivað undir sáttmála um at keypa trý frysti- og køliskip, sum felagið hevur leigað tey seinastu sjey árini, og sum hava verið í sigling í Norðuratlantshavinum og Eystrasalti hesi árini.

Talan er um skipini Ice Star, Ice Crystal og Ice Bird, sum eru bygd í Danmark. Tey hava havt støð í Noregi og hava fyri tað mesta siglt millum Noreg og Russland og onnur lond við Eystrasalt, men tey hava eisini siglt upp á Føroyar, Ísland og Nýfunnaland.

Tey trý skipini eru 93 metrar long, 16 metrar breið og eru merkt 3.625 tons. Eimskip eigur nú 12 skip og leigar seks onnur.