Eimskip á partabrævamarknaðin

Seinni í ár verður íslendska flutningsfyritøkan Eimskip skrásett á virðisbrævamarknaðinum í Reykjavík. Íslandsbankinn og íløgubankin Straumur hava fingið til uppgávu at fyrireika skrásetingina, og samstundis fáa almennnir og privatir íleggjarar møguleikan at keypa partabrøv.

Eimskip sigur, at endamálið við skrásetingini er at gera ognarskaran breiðari, og stjórin, Gylfi Sigfússon, sigur við íslendska ríkisútvarpið, at tað hevur gingið væl hjá felagnum, og at tað tí er skilagott fyri íleggjarar at keypa partabrøv í felagnum.

Ætlanin er, at Eimskip verður skrásett í Kauphøllini í Reykjavík í oktober.