Ein áheitan á nýggja landsstýrismannin

Vónandi ger hann ynskið hjá løgmanni, løgtingslimum, og Helga Abrahamsen, til veruleika, sigur Tóra við Keldu

Nú fer nývaldi landsstýrismaðurin. Magnus Rasmussen vónandi at gera ynskið hjá undanmanni sínum, Helga Abrahamsen, til veruleika. Soleiðis ljóðar áheitanin frá Tóru við Keldu, forkvinnu í Megd, á nývalda landsstýrismannin í morgun.

 

Tað, hon sipar til, er ætlanin at fáa eina skipan, har viðskiftafólk hjá Almannaverkinum ikki aftur verða rakt av verkfalli. Tær seinastu ferðirnar, pedagogarnir hava verið verkfalli, hevur tað eisini rakt viðskiftafólk hjá Almannaverkinum og tað varð eisini beinleiðis sagt, at lív og heilsa stóð í váða. Sum heild eru politikarar samdir um, at hetta má halda upp at. Helgi Abrahamsen, sum hevur verið landsstýrismaður í arbeiðsmarknaðarmálum, hevði sett sær fyri at finna eina skipan, so at tey skulu sleppa undan at verða rakt av verkfalli.

 

Tað skal gerast við eini ella aðrari skipan, har tað verður tryggjað, at tað altíð eru nokk av starvsfólki til arbeiðis í almannaverkinum, so at viðskiftafólkini fáa ta tænastu, tey hava brúk fyri. Løgtingslimir hava eisini boðað frá, at teir eru greiðir yvir, at skulu Fakfeløgini fáast at skerja verkfalsrættinin, fer tað at krevja eitt lønarískoyti.

 

 

 

Væntaði at finna semju                                

 

Tóra við Keldu vísir eisini á, at løgmaður staðfesti í ólavsøkurøðu síni, at ótolandi støðan við verkfalli á brekøkinum mugu og skulu loysast. 

 

Tá ið Helgi Abrahamsen var landsstýrismaður, legði hann uppskot fyri Løgtingið um at skerja verkfalsrættin í sambandi við verkfallið hjá pedagogunum fyrr í ár. Men tá ið partarnir samdust um nýggjan sáttmála, tó hann uppskotið aftur.

 

Men hann boðaði eisini frá, at hann hevði ikki slept málinum, tí hann fór at jalla fakfekøgini til fundar um viðurskiftini beint eftir summarferiuna. Hann væntaði at finna eina semju, tí tað var hansara fatan, at eisini fakfeløgini vilja hava eina fasta skipan, so tey sleppa frá at taka støðu til, hvør hevur tørv á hjálp við teirri avleiðing, at fólk, sum tørva hjálp, kanska ikki fáa hana. Men hann gjørdi eisini greit, at fæst eingin avtala, var hann til reiðar at gera tað við lóg.

 

– Í januar 2018 sendi MEGD eina áheitan á samráðingarpartarnar um at finna eina loysn á verkfallinum. MEGD gjørdi vart við, at støðan á brekøkinum var alt annað enn góð, sigur Tóra við Keldu. Tey vístu eisini til eini frágreiðing til ST í 2014, har tað varð átalað, at ongin lóg, ella kunngerð, tryggjar fólki við breki, tá ið verkfall er.

 

Í frágreiðingini til ST varð víst á, at tað hendi seg, at fólk, ið bera brek, og sum búgva á sambýlum, ella vardum bústøðum, máttu flyta úr heimi sínum, heim til familju, ella á størri stovnar, tá ið verkfall var.

 

 

 

Søgan má ikki endurtaka seg

 

MEGD hevur eisini verið á fleiri fundum við landsstýrisfólk við hesi somu áheitanini. ­Men tað er einki broytt síðani 2014, og hetta merktu vit seinast á vári 2021 og verður verkfall aftur, er vandi fyri, at sama søgan endurtaka seg.

 

– Hetta eiga vit sum samfelag ikki at góðtaka, sigur Tóra við Keldu.

 

– MEGD virðir rættin hjá fakfeløgum at fara í verkfall. Tó eiga samráðingarpartar á arbeiðsmarknaðinum at finna virðiligar avtalur í friðartíð, so at ótolandi støður ikki aftur gerast veruleiki, sigur forkvinnan.