Ein appelsinfríur til summarið

Skalt tú í veitslu í summar, men hevur ikki hug ella høvi til at smakka tær á tað hjá teimum vaksnu? Ja so eru ráð fyri tí, tí Gutti Winther hevur gjørt eitt alkoholfrítt alternativ til teirra, ið skulu ella vilja vera appelsínfrí.

Tað er Blái Krossur og Ráðið fyri ferðslutrygd, ið hava biðið um at fáa ein alkoholfrían drykk, og litríki reyði "cocktailurin" kemur í kjalarvørrinum á átakinum Steðga Rúsdrekkakoyring, ið hevur til endamáls at fáa atburð og hugburð at hanga saman, tá tað kemur til rúsdrekkakoyring.

- Tað mest nátúrliga er at avtala hvør skal koyra heim – áðrenn veitslan byrjar – og syrgja fyri at bjóða leskilig alternativ til góman. Tá ert tú ein góður vinur og umhugsin vertur, eru boðini frá Ráðnum fyri ferðslutrygd, sum eisini hevur biðið Gutta Winther gjørt ein góðan "appelsinfrían" summardrykk.

Drikkurin, ella cocktailurin, er ein frísklig samanrenning av rabarbum, hvonn, stjørnuanis og ingifersodavatni, og testdukkurnar á Ráðnum fyri ferðslutrygd lata heilt væl at.

Sí uppskriftina til tann appelsinfría niðanfyri.

Eisini ber til at fáa smakksroynd av cocktailinum leygardagin 29. juni í bingjuni hjá Bláa krossi, ið fer at standa á P-økinum hjá Mariu Poulsen.

 ##med2##

Soleiðis gert tú!

ÓMAKALEYS RABARBUSAFT

175 g reyðar, smáttskornar rabarbur, 50 g rørsukur, 2,5 dl vatn, 1 stjørnuanis

Kóka upp. Skrúva niður. Lat smákóka í 15 min. Síla frá og goym kalt. Ómakaleyst!

FORKUNNUGT HVANNSUKUR

1 dl rørsukur, 1 stelk av hvonn við bløðum. Skálda hvonnina í 15 sekund og legg hana so í ísakalt vatn. Turka og blenda hana við sukrinum. Set ovnin á 50 stig at seinturka hvannsukrið í 4 tímar, til tað er stadnað. Klumpast tað, mjølvar tú tað sundur í blendaranum aftaná. Forkunnugt!

SMAKKURIN AV FØROYSKUM SUMRI

Fyll 4 coupé-gløs við ísterningum. Koyr síðan ísterningar, rabarbusaft og stjørnuanis í eitt blandiílat. Hvussu æt sangleikurin, sum Rútmiska kórið í Hoydølum skipaði fyri í 1997? SKEYK!

Koyr ísterningar úr køldu gløsunum. Dyppa glasrondina í vatn og síðani í sukrið. Aha – akkurát! Har fórt tú frá heimabartendara til mixolog. Nú skeinkir tú rabarbusaft í og fyllir við ingifersodavatn.

Frískt og freistandi.

Ger so væl – ein heilt appilsinfríur.