Ein arabisk PISA

Heimsbankin gav í vikuni út eina umfatandi frágreiðing um útbúgving í arabiska heiminum. Har sagt verður, at arabiski heimurin fellur afturút, tá ið tað snýr seg um dygd. Ávarað verður um framtíðina og stórar avbjóðingar, ið koma at standast av arbeiðsloysi. Arbeiðsmarknaðurin verður settur í sentrum. Eitt alt meira sjónligt glopp er nevniliga framkomið gjøgnum síðstu árini millum útbúgving og arbeiðsmarknaðin.

Hóast ikki øll arabisk skúlabørn hava verið ígjøgnum nakra PISA-kanning (Tunis, Qatar og Jordan eru undantikin), verður tað kannað í útbúgvingarskipanum í Miðeystri og Norður Afrika. Heimsbankin hevur jú veitt fleiri londum har lán til stórar ætlanir, eisini innan skúlaverk. Í ljósinum av hesum samstarvinum hevur Heimsbankin savna kanningarúrslit saman og kunngjørt tey. Frágreiðingin ber heitið »The Road not Traveled« ella »Hin ógingna leiðin«. Har verður staðfest, at nógv er eftir at gera fyri at útbúgving kann gerast mennandi fyri samfelagsbúskapin í ymsu arabisku londunum, og á somu tíð peikar mann á at útbúgvingarskipanirnar ikki hava framleitt tað, sum arbeiðsmarknaðurin tørvar, og at arbeiðsmarknaðurin ikki er nóg útviklaður til at taka ímóti útbúnu arbeiðskraftini. Í mun til heimspartar sum Asia og Latín Amerika, so haltar arabiski heimurin aftaná. Dentur verður lagdur á, at manglar, sum hava tilknýti til motivatión hjá næminginum (virknari luttøku eisini við foreldrum og størri samsýning við loknan lestur við fleiri arbeiðsmøguleikum) einu megin og hinumegin, skulu myndugleikunum ábyrgdast fyri almenninginum (og ikki umvent), hesar eru útbreiddar forðingar. Døpur útlit Mannatilfeingi hevur serliga nógv at siga fyri framburð og búskap í tí arabiska heiminum. Tí burtursæð frá tí nógvu oljuni, nærum 70 % av heimsins oljukeldum, so hava londini lítið annað virðismikið náttúrutilfeingi. Og afturat hesum kemur tað, ið helst hevur størri og ein meiri bráðfeingis týdning, nevniliga arbeiðsloysi. Í 60% av øllum fólkatalinum í økinum er undir ein 30 ára aldur – og yvir tey komandi 10 – 15 árini verður tað ein tørvur á upp ímóti 100 milliónir størvum, sigur Marwan Muasher, ein talsmaður hjá Heimsbankanum, við BBC. Og hann leggur afturat við einum setningi, ið ikki so sjálvdan hevur verið frammi í føroyska almenna kjakinum: - Um vit skulu skapa hesi arbeiðsplássini, so skulu vit byrja við útbúgving! Hesi turru hagtøl, kunnu væl boða frá politiskum ófriði og fólkaflyting, ið hevur uppruna í arbeiðsloysi millum tað yngra ættarliðið, ið er á veg. T.d. eru summar forsøgnir, ið siga, at oljan hjá einum landið sum Sýria fer at renna út uml. 15-20 ár. Tá ið hetta hendir er ilt at siga, hvat kann henda. Útlitini eru ikki bjørt. Seinastu 50 árini Miðskeiðis í 20 øld varð av álvara farið undir at betra, ella kanska heldur, útbreiða skúlaskap og lesiførleika í arabiska heiminum. Men hetta hendi rættiliga bráddliga. Og tilgongdin hevði við sær, at dygdin í frálæruni bleiv lág. Í teimum flestu londunum (undantikið Libanon) hevur ein sterkur miðsavnandi statur stýrt tí mesta, sjálvsagt eisini útbúgvingarskipanini. Ein partur av frágreiðingini hjá Heimsbankanum snýr seg um, hvat og hvussu mann hevur útbygt skúlaskipanin í ymisku londunum og eisini, hvat er gjørt fyri at bøta um støðuna. Tá ið flestu arabisku statirnir gjørdust frælsir og sjálvstýrandi í 50unum, var ein tann størsta avbjóðing teirra at skipa fyri eini útbúgvingarskipan fyri øllum fólkinum. Hetta var raðfest fyri at skapa eitt nútíðar samfelag og ikki minst fyri at skapa borgarar við felagstilknýti, mentan og politiskum samleika. Statar fóru beinanvegin til verka á hesum økinum. Frí útbúgving var boðin út til allar borgarar, hetta er lógarfest í flest grundlógum og lógarverkum hjá øllum arabisku statunum. Frá byrjan av varð hetta stóra tiltak ein verkætlan hjá statinum, sum miðsavnaði, tók tær politisku avgerðirnar, fíggjaði og bjóðaði tænastuna. Her var talan um eina sterka stýring við eftirlitsmonnum, sum tryggjaðu samsvar millum vegleiðandi lesiætlanirnar o.a.. Í 1950unum og 60unum manglaðu fleiri av londunum lærarar, hetta var ein bráðfengis mangul, ið gjørdi seg galdandi á øllum útbúgvingarstigum, serliga á teimum hægstu. Av somu grund kom ein stór ófaklærd, lutvíst fremmand, arbeiðskraft framat lærarastarvinum. Fyri øll tey arabisku londini var hetta ikki ein lítil verkætlan, men eitt stórt stig, ið kravdi nógv. Sera nógv bygging fór fram, nýtt frálærutilfar varð framleitt og stovnan av einum stórum skara av lærarum, skuldi tryggjast. Frágreiðingin staðfestir, at eftir eitt umleið 40-ára skeið við hesi tilgongd, kom fokus yvir á effektivitet og dygd í útbúgvingarskipanini. Men, tó er mann ikki komin á mál við at geva næmingum eina munagóða útbúgving. »Ógingna leiðin«, sum heitið á frágreiðingini sipar til, ber boð um at skúlapolitikkurin nú í nógv størri mun skal flyta fokus yvir á motivatión – næmingurin skal kunnu fáa okkurt burturúr síni útbúgving – og uppíblanding av bæði foreldrum og næmingum: skúlamyndugleikar skulu standa alment fram við sínum úrslitum, heldur enn, at næmingar skulu standa við allari ábyrgdini. Privatir skúlar ein loysn? Tað hevur verið leingi greitt, at mann í skúlafrálæruni hevur saknað frálæru, sum miðjar eftir at læra næmingin at skilja og greina lutir og uppgávur. Í ov stóran mun hevur tað at duga og læra uttanat verið ein eginleiki og afturvendandi háttur í skúlum. Hetta er partur av tí gingnu leiðini, har mest varð hugsað um at byggja skúlar og fáa lærarar til vega. Men hetta er uttan iva tungt at fáa vent. Men hóast hetta, so hava myndugleikarnir ásannað, at annað og nýggj átøk skulu til fyri fremja fíggjarligan vøkstur. T.d. í Sýria hevur dygdin í almennu útbúgvingarskipanini verið lág, merkt av vánaligari stýring og ovurfyltum skúlastovum kring alt landið, eisini á tí, sum skal eitast at vera á høgum útbúgvingarstigi. Men síðan 2000 eru privatir skúlar og fróðskaparsetur opnaði, eftir at lógin varð broytt. Tað eina fróðskaparsetrið er t.d. stovnað við evropeiskum pengum, og ber einfalda heitið »Arab European University«. Slíkar privatar lærustovnar sleppur hann inn, sum kann gjalda. Og her í fleiri av lærugreinunum verður undirvíst á enskum máli. Hvussu støðið og dygdin er, veit mann ikki við vissu. Men tað er avgjørt, at slíkir skúlar, óiva kunnu bjóða næmingum meiri enn tann niðurslitnu og ovurfyltu almennu skúlaskipanina. Uttanfyri hesar privatskúlar stendur meirilutin av teimum ungu úr tí stóru lágu miðstættini. Í komandi tíðum fer mann uttan iva at hoyra meiri til hendan politiska trupulleikan við høgum arbeiðsloysi millum ungar arabarar við høgari útbúgving. Fakta Jordan og Kuvait liggja ovast í metingum hjá Heimsbankanum sum lond í økinum við góðum úrslitum, sum fylgja av broytingum innan skúlaverkið. Djibouti, Yemen, Irak og Marokko liggja niðast – hetta er í mun til atgongd til skúla, effektivitet og dygd í útbúgvingini. Fakta Av 300 milliónum arabarum hava 30 % lítlan og ongan lesiførleika sambært eini kanning hjá arabisku liguni. Rættarmál í Danmark um yvirgang Í rættarmálinum har ein dani eru undir illgruna fyri at hava ætlað at fremja fyrireikingar til yvirgangsatsókn verður væntað at nýggjar upplýsingar koma fram í næstum. Hin frammanundan svenskt/bosniski dømdi »Maximus« hevur játta seg til at blíva avhoyrdan fyri rættinum. Undir ákæru í hesum málinum, kallað »Glostrup málið«, situr EH. Hesin hevur sambært ákærunum samstarva við Maximus í fyrireikingum til yvirgang. Verjin hjá EH sigur hinvegin, at nýggjar upplýsingar fara at hava stóran týdning fyri málið. Ísraelska luftálopið á Sýria Kendi blaðmaðurin Seymour Hersh hyggur í seinastu útgávuni av vikublaðnum The New Yorker eftir tí heldur gátuføra og nógv umtalaða ísraelska bumbuálopinum innarliga í Sýria hin 6. septembur í fjør. Hansara niðurstøða er, at álopið ikki var miðja eftir eini kjarnorkustøð, eins og ísraelar og eisini amerikanskir fjølmiðlar vildu vera við (Undir liðini er fylgissveinamynd, ið skal vísa staðið áðrenn og eftir álopið). Heldur var bumbumálið ein radarstøð, skrivar Hersh. Hendan støðin, metir Hersh, er partur av einum samstarvi millum Sýria og Iran. Og tískil var álopið á Sýria lutvíst miðjað eftir Iran.