Um páskirnar fáa vit sera spennandi vitjan úr Svøríki. Tað verða teir báðir Mattias Sunneborn og Jorma Jaaskelainen av Gotlandi, sum koma til Føroya at hava nakrar venjingar. FÍF hevur leingi havt í umbúna at bjóða hesum dugnaligu venjarunum heim til Føroya, og nú er hetta so langt um leingi veruleiki.
Mattias og Jorma hava nógv ár á baki í frælsum ítrótti. Á oyggjaleikunum í Føroyum í 1989 vóru teir báðir við. Her vann Jorma gull í trístøkki, meðan Mattias, sum tá bara var 18 ára gamal, vann silvur á 400m, gull í 110m rimarenning og 400m rimarenning umframt gull í 4x100m og silvur í 4x400m. Síðani tá hevur Mattias luttikið á øllum leikunum, og hevur tilsamans vunnið triðflest heiðursmerki av øllum oyggjaleikaluttakarum.
Mattias Sunneborn hevur eisini vunnið flest heiðursmerki til svensk meistaraheiti uttan- og innandura. Metið fekk hann so seint sum í fjør. Hann kappast framvegis á høgum stigi. Til EM og HM fyri veteranar vinnur hann gull í nógvum kappingum, og er sostatt kanska heimsins besti íðkari, sum er yvir 45 ár.
1995/96 var besta tíðarskeiðið hjá Sunneborn. Í 1995 vann hann silvur til heimsmeistaraheitið innandura og árið eftir gjørdist hann evropameistari í longdarlopi innandura. Í august 1996 var hann við á olympisku leikunum í Atalanta, har hann gjørdist nummar 8 í finaluni. Mattias var aftur á olympisku leikunum í Athen í 2000, men tá leyp hann ikki væl. Besta lopið hjá Mattiasi nakrantíð var 8,21 metrar og var hetta eisini norðurlendskt met í nógv ár, til tað varð tikið fyri kortum.
Jorma Jaaskelainen hevur eisini verið við til allar oyggjaleikirnar. Nógv tey seinnu árini tó sum venjari og leiðari. Hann hevur verið venjari og samskipari av Gotlenska oyl-hópinum í nógv ár. Dagliga arbeiðir hann sum ítróttarlærari í Visby og tá hann fær frí, fer hann beint út á Gutavallan, har oyggjaleikirnir vóru í summar, og heldur fram við venjing í frælsum ítrótti.
- Vit fara at hava fýra venjingar saman við Jorma og Mattias. Venjingarnar eru fyri øll, sum hava áhuga, og vit vóna sjálvandi at flest møguligt koma við. Eisini okkara venjarar, sum vónandi kunnu finna eitt sindur av inspiratión hesar dagarnar. Tí venjingarnar verða skipaðar soleiðis, at eisini venjararnir skulu kunnu fáa sum mest burturúr, skrivar Hallur Holm.
Leygardagin 31. mars
Kl. 11.00 – 13.00 á Tórsbreyt – spurtvenjing
Páskadagur 1. apríl
Kl. 14.00 – 16.00 Barnavenjing, har dentur verður lagdur á spæl.
Øll børn kunnu vera við – eisini tey vaksnu børnini.
í Skúlanum við Løgmannabreyt
2. páskadagur 2. apríl
Kl. 14.00 – 16.00 lopvenjing
Verður gott veður, verður venjingin á Tórsbreyt. Viðrar illa, í Skúlanum við Løgmannabreyt
Týsdagur 3. apríl
Kl. 17.00 á Tórsbreyt
Power-venjing fyri motiónsrennarar
Týskvøld 3. apríl
Suicide Zero – fyrilestur í salinum hjá Starvsmannafelagnum kl. 19.30
Eina viku áðrenn Mattias Sunneborn byrjaði í studentaskúla, tók pápi hansara brádliga lívið av sær. Hetta var ein ovurstórur skelkur fyri Mattias, og hevur sett djúp spor í lív hansara. Í nógv ár vóru fleiri kvøld, har hann græt seg í svøvn. Men skommin um pápan gjørdi, at hann ikki vildi tosa um hetta.
Í dag er Mattias ambassadørur fyri svenska felagsskapin Suicide Zero, sum arbeiðir fyri at avmarka sjálvmorðtilburðir. Í Svøríki eru í miðal fýra fólk um dagin, sum taka lívið av sær.
Nú Mattias er her í Føroyum, fer hann at hava ein fyrilestur um hetta viðkvæma evni. Hann fer at greiða frá, hvussu ítróttur kann fyribyrgja sjálvmorði og hvussu ítrótturin hevur hjálpt honum víðari í lívinum.