Sunnudagin letur upp framsýning við listarmanninum Zachariasi Heinesen í Gamla Seglhúsi í Klaksvík.
Zacharias Heinesen er virdur og royndur listamaður, sum telist millum tey stóru í føroyskari list.
Fernisering verður sunnudagin kl. 16:00. Hilmar Høgenni fer at røða, og tónleikaframførsla verður.
Framsýningin hongur uppi fram til og við 30. mai.