Tað eru tvey lið, ið stríðast fyri at halda tørn í frástøðuni fram til suverena toppliðið HB, sum bresta saman í Gundadali í kvøld.
NSÍ hevur 16 stig, og B36 hevur 15 stig.
Eftir sannførandi sigrar í fýra teimum fyrstu umførunum tapti B36 4-2 bæði ímóti HB og Víkingi.
Leygardagin endaði tað við 4-1 heimasigri ímóti EB/Streymi. Men tað verður í kvøld ímóti NSÍ, at B36 av álvara skal vísa, at liðið hevur fótað sær aftur.
Stóri trupulleikin hjá B36 eru skaðarnir í miðverjuni og skaddi málverjin.
Tíbetur fyri B36 er Andrias H. Eriksen komin fyri seg eftir skaðasteðg. Erling D. Jacobsen er knæskaddur og verður ikki tøkur næstu mánaðirnar, og tað er ivasamt, um Sonni Ragnar Nattestad verður førur fyri at spæla.
Bjarni Petersen hevur fyrstu umførini spælt við EB/Streymi. Nú er hann aftur í B36, men hann verður ikki við í kvøld og heldur ikki næstu ferðirnar. Bjarni er darvaður av vøddaskaða í lærinum.
Sjálvsagda valið millum stólparnar var fyrstu umførini Símun Rógvi Hansen. Hann er skaddur í knænum og verður ikki við í kvøld, og so eru Hugin Samuelsen og Ragnar Samuelsen eisini skaddir.
Stinni vongverjin í vinstru, Alex Mellemgaard, er tøkur aftur eftir leikbann.
Higartil í ár hevur miðverjin Jákup Jakobsen verið ein tann eyðsýndasti hjá NSÍ. Nú er hann vøddaskaddur í lærinum. Hann var ikki við í 3-0 heimasigrinum í stevnudystinum ímóti AB, og hann verður heldur ikki við í kvøld.
Ein annar miðverji, Jóhan Troest Davidsen, hevur verið so illa darvaður av vøddaskaða í lærinum, at hann bara hevur spælt við í tveimum landskappingardystum higartil í ár. Hann hevur ikki verið á liðnum síðani í 5-0 heimasigrinum ímóti ÍF 27. mai. Nú er hann tøkur aftur.
Í fjør endaði tað 1-1, tá ið NSÍ var í Gundadali. Heimaliðið hevði leingi greiða yvirvág, men í síðstu atsóknini av øllum javnaði Búi Egilsson til 1-1. Í 2018 vann NSÍ 3-2 á útivølli ímóti B36. Árstalsfelagið hevur ikki vunnið á heimavølli ímóti NSÍ síðani 16. august í 2017, tá ið úrslitið var 2-0.
B36 – NSÍ: Kári J. á Høvdanum kl. 19.00.