Tað er stórt sæð eingin vinnugrein, sum ikki á ein ellan hátt er vorðin rakt í samband við korona-farsóttina. Hetta er eisini galdandi fyri tað arbeiði, sum gravarhjálparfólk gera kring um í Danmark, har 77 fólk fram til í gjárkvøldið vóru deyð av korona, og 533 lógu á sjúkrahúsi. Av teimum 137, sum lógu á intensivari deild, lógu 119 við andingartóli.
Samlaða talið av smittaðum í Danmark var í gjárkvøldið 2.577.
Gravarhjálparfólk í Danmark fara framvegis heim til tey avvarðandi, har røtt verður um viðurskifti í sambandi við gravarhjálp, men nú vandi er fyri korona-smittu, taka hjálparfólkini neyðug atlit, serliga tá talan er um fólk, sum eru deyð av korona.
- Vit bjóða framvegis teimum avvarðandi, at vit kunnu koma heim til teirra, men vit bjóða teimum eisini, at vit kunnu avgreiða alt um telefonina ella um skype. Fara vit út, eru vit so fá sum gjørligt, sigur gravarhjálparmaðurin, Jørn Larsen í Grindsted, við Jyske Vestkysten.
Hann vísir á, at tey flestu avvarðandi framvegis ynskja at hitta gravarhjálparfólkini.
- Vit hava stórt sæð ongar samrøður bara havt um telefonina. Avvarðandi ynskja, at vit koma út, og vit fara vit. Eg haldi, at hetta hevur nakað við kenslur at gera. Vit eru meira fremmand, tá okkara arbeiði gongur um telefonina, enn tá vit hitta tey avvarðandi persónliga, sigur Jørn Larsen.
Sama mynstur síggja tey eisini hjá øðrum jarðarferðartænastum á Jútlandi.
- Vit merkja, at fólk eru ansin og taka atlit. Hjá einari familju upplivdi eg, at fólk vildu ikki taka í mappuna við vørulistanum, tá eg vísti teimum okkara úrval av kistum. Tey vita jú ikki, hvør hevur nomið við mappu og myndir seinast, sigur Claus Madsen, sum eisini er gravarhjálparmaður.
Jørn Larsen, ið var hin fyrri maðurin, vit endurgóvu, sigur, at hansara jarðarferðartænasta hevur verið í samband við Heilsustýrið, og har søgdu tey, at gravarhjálparfólk skulu vera í gummihandskum og masku, tá talan er um fólk, sum eru deyð av korona.
- Vit hava gjørt av, at vit í slíkum føri eisini eru í verjubúna, leggur hann aftrat.
Claus Madsen sigur, at tey hava havt fyrsta líkið, sum doyði av korona, og hetta hendi á Odense Universitetssjúkrahúsi. Her noyddist jarðarferðartænastan hjá honum at fylgja leiðreglunum hjá sjúkrahúsinum.
- Her skuldi eingin avvarðandi vera til steðar yvirhøvur. Vit noyddust at fara eftir tí deyða beinanvegin og koyra líkið beinleiðis til brenningar. Hetta er ein beiskur máti at siga farvæl til ein avvarðandi, heldur Claus Madsen.
Hann leggur aftrat, at tá hin deyði skuldi leggjast í kistu, fór hetta fram í einum serligum rúmi á sjúkrahúsinum, og her vóru gravarhjálparfólkini bæði í verjubúna, høvdu munnbind og vóru í handskum.
- Vit fingu gjølliga frágreiðing um, hvussu vit seinni skuldu taka verjubúna, munnbind og handskar av aftur og stinga alt í ein posa. Síðan varð øll kistan sprittað uttan, sigur Claus Madsen, sum eigur og rekur jarðarferðartænstu á Jútlandi, við Jyske Vestkysten.
##med2##