G!Festival
Tað er ófatiligt at síggja Beth Hart. Hvussu kann eitt menniskja hava eina so kraftiga rødd? Hennara rødd darrar enn í mínum oyrum. Og hon er ikki bara kraftig. Hon er rá og ópolerað. Talan er um eina kvinnu, sum hevur livað eitt hart lív, og tónleikurin ber eisini brá av hesum. Tónleikurin er erligur og harður, og hesum tóku føroyingar væl ímóti.
Tað er ongin ivi um, at Beth er stjørnan í bólkinum. Hon er faktiskt tað einasta sum ger bólkin áhugaverdan. Tónleikararnir sum hon hevði afturat sær, vóru rættiliga vanligir, um ein kann siga so. Eftir mínum tykki, spældu teir rættiliga óáhugavert, og vóru ógviliga vanligir uppá tann keðiliga mátan. Um hon hevði havt meiri spennandi tónleikarar afturat sær, hevði konsertin verið lyft fleiri klassar longur upp. Men tó megnaði Beth Hart at bera alla framførsluna væl og virðiliga.
Bersøgin
Hon so sanniliga eisini bersøgin. Hon nýtti fleiri ferðir høvi at siga sína hugsan um sitandi forsetan í USA. Bush is on my shit-list, segði hon so rámandi. Og tvey løg vóru eisini beinleiðis ognað honum. Hetta dámdi áhoyrarunum heilt væl. Sostatt kann ein roknað við, at demokratarnir í USA eru vælumtóktir í Føroyum. Tí har var øðiligur rómur, hvørja ferð Beth Hart segði eitthvørt ókvæmisorð um Bush-leiðsluna.
Eisini greiddi hon frá søguni aftanfyri LA Song, sum er eitt av hennara heilt stóru hittum. Lagið snýr seg um hennara parlag við ein drong úr Alabama, sum var henni ótrúgvur. Sum hon greiddi frá, so valdi hon at skriva ein sang til hansara heldur enn at: buka damuna og brenna hansara hús til grundar.
Tað var ikki fyrr móti endanum, at Beth Hart treiv í hennara kendasti løg. LA Song, Leave The Light On og I´m Learning To Live vórðu spæld út í eitt. Endiliga sluppu áhoyrararnir at syngja við, og tað dámdi teimum eisini væl. Hesi trý løg vóru eisini hæddarpunktið á konsertini.
Beth Hart gav okkum eina stóra uppliving. Hon dugdi sera væl at framføra, og serliga gjørdist fólk vill, tá hon knappliga leyp av pallinum og sang, meðan hon rann millum fjøldina.
Beth Hart vann nógv hjørtu hetta leygarkvøld í Syðrugøtu.