Bilførari tikin fyri rúsdrekkakoyring

Í nátt hevur løgreglan verið úti og kannað umleið 75 bilførarar fyri møguliga rúsdrekkakoyring.

Løgreglan hevur havt eina friðarliga nátt, men í staðin hava tey verið úti og kannað bilaferðsluna.

 

- Her hevur detur serliga verið lagdur á at kanna, um bilførarar koyra edrúir, visti vaktleiðarin á løgreglustøðini at siga í morgun.

 

Og í nátt hava nógvir bilførarar verið undir luppinum hjá løgregluni. 

 

Einir 15 bilførarar eru steðgaðir og kannaðir í miðstaðarøkinum og einir 60 í norðurøkinum, sum fevnir um Eysturoy og Norðoyggjar.

 

Í kanningini av teimum 15 varð einki mál skrivað, men millum hinar umleið 60 vórðu tvey mál.

 

- Her var eitt mál um rúsdrekkakoyring og eitt mál um niðurslitin dekk, visti vaktleiðarin á løgreglustøðini at siga í morgun.