Ein bilførari koyrdi við kenning

Løgreglan steðgaði gjáramorgunin einum bili, har illgruni var um rúsdrekkakoyring

Løgreglan tók fyrrapartin í gjár ein bilførara fyri at koyra ávirkaður av rúsdrekka.

 

Bilurin varð steðgaður, tí at løgreglan hevði illgruna um, at bilførarin ikki var edrúur.

Hann blásti í alkometrið, og tað vísti seg, at hann hevði drukkið ov nógv, og varð hann tí skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring.