Annfinn Nicolajsen í Skopun, sum er 65 ára gamal, hevur siglt síðan hann var 15 ár, og ein stóran part av tíðini hevur hann siglt fyri JFK í Klaksvík. Hann var øll árini við Gadusi, sum var undan hesum, og hann hevur verið við nýggja Gadusi, síðan nýbygningurin kom.
Tá hann fyrr í heyst fylti 65 og helt føðingardag í Skopun, vóru nógvir av monnunum, sum hann hevur siglt saman við umframt umboð fyri reiðaríið í Skopun og heilsaðu manninum, sum hevur tænt JFK-reiðarínum so væl og so leingi.
Á seinasta túri fyri JFK fór hann upp til skiparan og segði, at nú orkaði hann ikki meira og at hann føldi seg slitnan í øllum kroppinum. Tá hann hevði lagt kortini á borðið, segði skiparin: - Eg síggi, at tú ert móður. Far tú heim og slappa av. Kroppurin hjá tær orkar ikki meira.
##med2##
Soleiðis fortelur Annfinn Nicolajsen, sum ætlaði sær at sigla, til hann var 67, men sum noyddist at gevast, nú hann gjørdist 65 ár.
Í VikuskiftisSosialinum, sum er komin í blaðsølurnar, er ein størri samrøða við fiskimannin í Skopun, sum hevur verið sín seinasta túr fyri JFK.
##med3##












