Bót fyri at kasta ost eftir bili

Ein maður fekk seint í gjárkvøldið bót fyri brot á skilhaldsreglarnar

Tað var ein hending á Skálatrøð í Havn í nátt, har ein ungur maður fekk bót fyri at kasta ost á ein parkeraðan bil

 

Soleiðis greiðir vaktleiðarin á politistøðini í Havn frá í morgun. Tað var onkur ósemja millum tvey fólk, sum endaði við eini fráboðan til løgregluna, har maðurin síðani fekk bót fyri brot á skilhaldsreglarnar – og brotið var at kasta ost á ein parkeraðan bil.

 

Vaktleiðarin sigur, at har var eingin skaði og eingin bardagi, men ein ósemja millum tvey fólk.

 

Um ferðsluna í kavanum sigur vaktleiðarin annars, at hon hevur gingið væl, hóast avbjóðingar við hálku. Fólk koyra sera hampuliga og eru væl skødd, sigur hann.

 

Tó hendi eitt ferðsluóhappa á bryggjuni í Havn, har ein persónbilur og ein togari, sum flytir trailaravognar á bryggjuni, stoyttu saman. Vaktleiðarin sigur, at orsøkin var hálka. Báðir bilførarnir royndu sítt besta at sleppa undan óhappinum, og hvørgin teirra verður skuldsettur fyri brot á ferðslulógina, sigur vaktleiðarin, tí har fær hálkan alla skuldina.