Víðgongdir felagsskapir vilja banna fiski-og alivinnu

- Eitt viðkomandi evni er trupulleikin hjá fiskivinnusamfeløgum í nýggja rákinum við “Marine Protected Areas” (MPA), har fleiri víðgongdir umhvørvisfelagsskapir arbeiða fyri fullkomnum banni móti fiski-og og alivinnu

 

Dr. John Goodlad úr Hetlandi helt almennan fyrilestur á Havstovuni mikudagin, 19. november. Evnið var  “The Future of Seafood” – ella framtíðin hjá mati úr sjónum. Fyrilesturin bygdi á nýggju bók hansara, “Food From The Sea – The Future of Seafood”.

 

- Bókin sjálv fevnir globalt, og tók hann tí bert brot úr henni við. Hann legði fyri við vakstrarhús-árininum frá matframleiðslu – kg. koldioxid pr. kg. framleidd matvøra = “carbon footprint”: Neyta- og seyðakjøt um 30 kg. koldioxid pr. kg. kjøt, grísur um 12 og høsnarungi 3-6 kg koldioxid pr. kg kjøt.

 

Á Havstovuni, har tey siga frá um fyrilesturin hjá John Goodlad, vísa tey á, at tá hetlendingurin hugdi eftir aling og fiskivinnu, liggur laksaframleiðslan um 3 og  fiskaveiða undir 3 kg. koldioxid pr. kg.

 

Hinvegin liggur trolveiddur makrelur um 0,5 kg. og aldur kræklingur um 0,2 kg.

 

- Eitt annað fyri okkum viðkomandi evni er trupulleikin  hjá fiskivinnusamfeløgum og nýggja rákinum við “Marine Protected Areas” (MPA), har fleiri víðgongdir umhvørvisfelagsskapir arbeiða fyri fullkomnum banni móti fiskivinnu og alivinnu.

 

Víst verður á, at hesin trupulleiki longu er komin til Skotlands og partvíst Hetlands eisini.

 

- Ein niðurstøða hjá John Goodlad var, at í framtíðini er alneyðugt við dyggum vísindaligum kanningum til burðardygga fiskivinnu og at fáa ein dialog í lag við umhvørvisfelagsskapir, so eitt nú MRC og aðrar góðkenningar kunnu vera eitt grundarlag undir stýring av framtíðar fiski-og alivinnu.

 

Soleiðis verður sagt á heimasíðuni hjá Havstovuni í dag.