Orsøkin er, at løgreglan í dag hevur venjingar á Skótadeplinum á Selatrað.
Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at talan er um at venja løgreglufólk við, hvussu tey skulu handafara fólk, sum eru vandamikil fyri løgreglufólk. Talan er um regluliga venjing.
Orsøkin til, at løgreglan sigur frá er, at tey áður hava fingið nógvar fráboðanir frá bangnum fólkum, tá tey hava sæð nógv vælvápnað løgreglfólk í venjing, og hava hildið, at okkurt heilt álvarsamt var áfatt.
So fólk á Selatrað og har um leiðir skulu ikki óttast, sjálvt um nógv vápnað løgreglufólk verða at síggja í bygdini – talan er bara um venjing.











