Ein brakandi succés

Summarfestivalurin 2004 bleiv til tað, sum nógv høvdu vónað innast inni, men ikki torað at viðganga, at tey gjørdu. 4.000 áhoyrarar, framúr tónleikarar, gott veður, góður matur og ikki minst gott lag á fólki gjørdu, at Summarfestivalurin fer í minnið, sum allarhelst tað størsta og besta tónleikaupplivilsið í Klaksvík nakrantíð

Klaksvík:
Festivalurin byrjaði longu hóskvøldið, men ongin ivi er um, at leygardagurin var høvuðsdagurin við einari ørgrynnu av tiltøkum frá klokkan tíggju á morgni. Góða veðrið saman við fleiri túsund fólkum gjørdu sítt til, at lagt varð upp til eitt brak av einum degi longu frá morgunmatarborðinum við Norðoya Sparikassa.
Sólskinsfepurin, sum hevur gingið um alt landið seinastu vikuna, hevði hug at arga eitt sindur leygarmorgunin, tí tá hekk mjørkin nakað niður yvir fjøllini. Men tá Trølla-Pætur og omman lupu út úr fallskýggja klokkan trý seinnapartin var fagrasta summarveður aftur í býnum.
Fólk hugnaðu sær við økið allan dagin, og fá mundu hava hug at fara heim.

----

Um fýra tíðina setti Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri, festivalin, og so kundi konsertin byrja. Credo vóru fyrstir á pallin, og hóast tað mangan verður sagt, at tað kann vera torført at vera fyrst, so komu teir frágera væl frá teirra framførslu. Um enn ikki tað vóru heilt so nógv fólk niðri á bønum, so skal ongin ivi vera um, at flestu fólk á økinum hesa løtuna hoyrdi bólkin.
Konsertin var skipað soleiðis, at skift varð ímillum framførslur á stóra pallinum á Vágsbøi og lítla pallinum við sparikassan. Hetta gjørdi, at tað so gott sum ongantíð var nøkur bíðitíð. Ei heldur yvirlappaðu bólkarnir hvønn annan, so áhoyrararnir fingu alt við.
Alt tiltakið koyrdi bara. Fyrireikararnir eiga rós og eitt stórt herðaklapp uppborið fyri eitt framúr vælfyriskipað tiltak. Eftilitið var strangt, men tað eigur tað eisini at vera til slík tiltøk.
Bólkarnir og einstaklingarnir, sum framførdu vóru so nógvir í tali, at tað er nærum vónleyst at fara at nevna hvønn. Men saman eiga tey øll æruna fyri, at fólk fingu eitt upplivilsi fyri lívið.
Hjarnar, Frændur, Gunnar Mikkelsen, Guðrun Sólja Jacobsen, Petsy Tvørfoss, Brandur Enni, Týr, Credo, Hanus Johansen, Ken Hensley og hansara fólk, Ólavur Presley and his dirty Rag Rags, Jóhan í Kollafirði, Boney M. Øll gjørdu sítt til, at Vágsbøur kókaði allan dagin.

---

Fólk høvdu allatíðina á munni, hvussu fantastiskt tiltakið var. Øll vóru so glað og vælnøgd, at tað neyvan kann lýsast við orðum.
- Hvør skuldi havt trúð, at slíkt bar til í Klaksvík, spurdu fleiri. Uppaftur onnur rósti tiltakinum upp um øll skýggj og søgdu, at har var onki at seta fingurin á. Tað er eisini rætt. Har kiksaði so gott sum onki.
Tað var líka meðan Ken Hensley var á pallinum, at tvey lítil teknisk brek vóru, men tað lat ikki til, at bólkurin ella áhoyrararnir løgdu nakað í tað. Brekini vórðu rættað eftir einari lítlari løtu, men ivaleyst hava fyrireikararnir og teknikkararnir krimpað tærnar tey sekundini, inntil brekini vórðu rættað.

----

Tað eru nú nógv ár síðani seinast, at Hanus Johansen sang í Klaksvík. Hann framførdi á lítla pallinum beint eftir, at Frændur vóru farnir av stóra pallinum. At hann er ein tann best umtókti tónleikarin í landinum, prógvaði mannfjøldin, sum stóð allan vegin frá pallinum og eftir vegnum móti posthúsinum. Hinir einstaklingarnir á lítla pallinum savnaðu eisini mong fólk, men Hanus fekk so gott sum øll at leggja sær leiðina til lítla pall.
Hann var tó ikki heilt liðugur, tá mannamúgvan byrjaði at flyta seg oman aftur á bøin . Ken Hensley var næstur á stóra palli, og óivað vildu øll tryggja sær góð pláss.
Tann so vælupplagdi frásøgumaðurin, Kári Sólstein, presenteraði við nøkrum stutt samansettum setningum um lívið hjá Hensley størstu legenduna á festivalinum.
Tónleikurin byrjaði, og nú hoyrdist, at her var sanniliga talan um kendan bólk, sum er vanur við at framføra live.
Hensley legði í vaði at syngja og spæla. Og saman fekk bólkurin alla mannfjøldina upp á kók innan fyri nøkur fá sekund.
Millum hvørt lag hoyrdist fólk tó rópa Easy Livin ella murra Lady in Black.
- Oh, stop it, you guys, segði Hensley flennandi.
Áhoyrararnir fingu tó hesi bæði løgini at hoyra, men áðrenn, spældu Hensley og hansara fólk fleiri onnur løg. Kanska ikki so kend fyri summi, men tað sást á mannamúgvuni, hvar tey stóðu, sum plagdu at lurta eftir Uriah Heap tann tíð tað var.
Brádliga og uttan nakra presentering byrjaðu teir at spæla Easy Livin. Alt fór upp at hoppa og rópa, og tað var eitt lív. Tá so Hensley við einari langari intro byrjaði at spæla Lady in Black, byrjaði øll mannamúgvan at murra tað eyðkenda lagið. Fantastiskt at hoyra tað.
Hensley og hansara fólk fóru av pallinum, eftir eitt eykalag.

----

So var aftur okkurt á skránni á lítla palli. Jóhan í Kollafirði í ein mans showi, vælupplagdur, sang sínar landaplágur, og undirhaldið má sigast at vera fyri allar pengarnar.
- Ótrúligt, at ein einsamallur maður kann hatta, helt onkur fyri.
Á stóra palli var síðani sjón fyri søgn. Ólavur Presley og hansara skitnu kloddafyl livdu upp til síni lyfti. Teir settu alt upp eftir einum enda við einum lagi fyri og øðrum eftir. Ólavur fór enntá so langt sum at lata seg úr einum reyðum frakka. Innanfyri var hann bert íklæddur brósthaldara og trussum út yvir einar svartar nylonsokkar. Tá mundi láturin ongan enda fingið. Fólk mundu tó ikki vera so skelkað av hesum, tí soleiðis eigur tað bara at vera, tá hesin bólkurin er á palli.
Eftir hetta var "bara" Boney M, sum ikki hevði staðið á palli. Tey komu á pallin til eina væl og virðiliga upphitaða mannfjøld. Tað hevur ivaleyst gjørt uppgávuna hjá teimum lætta. Løg sum Daddy Cool, Sunny, Brown girl in the ring, Ma Baker, Hooray! It´s a Holiday og Rasputin vóru ikki til at taka feil av. Macy Williams takkaði fleiri ferðir fyri gestablídni og greiddi frá, at tey høvdu verið ein gongutúr niðan á Enniberg í góðveðrinum sunnudagin.
By the rivers of Babylon var tað næstseinasta lagið, sum tey sungu. Eftir eitt eykalag takkaðu tey fýra fyri seg og fóru av pallinum.

----

Ein ótrúlig konsert var komin at enda. Fólk gingu nærum í einum rúsi bara av tónleikinum, um enn rúsurin hjá nógvum mundi vera tann meira vanligi.
Her skal tó sigast beinanvegin, at tá hugsað verður um, at konsertin byrjaði tíðliga seinnapartin, so vóru tað ikki nógv ov drukkin fólk at síggja undir konsertini.
Móti endanum av konsertini hevði tað hug at sirma nakað, men tað gjørdi ikki mun fyri fólkið. Tey fóru beint í býin í dans ella onkra aðrastaðni, tá alt var liðugt á bønum.
Dagurin, sum byrjaði við uttandura morgunmati, helt fram við tiltøkum fyri børnunum seinnapartin og einari stórslignari konsert, har tónleikurin var best, var komin at enda. Klokkan var farin av midnátt, men fólk hildu longi á, og lagið var gott á øllum. Orsøkin var uttan iva ein: Høvuðsdagurin á Summarfestivalinum var ein brakandi succés.