Tað var ein nýggj og avbjóðandi uppgáva, ið leiðslan og starvsfólkini í Skúlanum á Fløtum stóðu yvirfyri, tá tey fingu ein fyrispurning frá familjuni Sharp um møguleikan hjá dóttrini Ragnhild at fáa undirvísing gjøgnum netið.
Sum tað ber til at lesa aðrastaðni í blaðnum var talan kortini um eina uppgávu, ið leiðslan og starvsfólkini í skúlanum sóu sum eina skyldu at loysa. Á odda fyri arbeiðinum í skúlanum vóru Regin Marnersson, skúlastjóri, Karl Martin Olsen, 1. varaskúlastjóri, Fríðhildur Didriksen, flokslærari, og Ester Poulsen, KT-vørður. Og fyri at loysa tann tøkniliga partin av uppgávuni vendi skúlin sær til KT-fyritøkuna Framskák, ið hevur hjálpt at ment fjarlestrarstovuna.
- Vit byrjaðu við at taka alt tað, ið hendir í einum skúladegi, og kannaðu hvussu vit kundu fáa tað inn í hesa fjarlestrarstovuna, greiðir Regin Marnersson á.
Fjarlestrarstova
Loysnin var at skipa umstøðurnar í einari skúlastovu soleiðis, at øll stovan og alt tað, ið hendi í henni, bleiv tøkt fyri næminginum, ið fylgdi við á fjarlestrarstovuni á netinum.
- Kamera og mikrofonir blivu sett upp, so at næmingurin fekk alt við, ið hendi í rúminum. Og við at brúka iPads í skúlastovuni fekk hon møguleikan at gerast ein partur av bólkum, tá bólkaarbeiði var á skránni, greiðir skúlastjórin frá.
Aftast í stovuni varð ein skermur settur upp, har lærarin sær viðkomandi, ið fylgir við á netinum. Á tann hátt hevur lærarin samband við næmingin gjøgnum dagin. Næmingurin á netinum fær fylgt við undirvísingini gjøgnum eitt kamera aftast í hølinum, ið tekur mynd av stovuni, og mikrofonir ymsastaðni í hølinum, ið gera at viðkomandi hoyrir læraran og næmingarnar.
Fyri næmingin í hinum endanum krevst einans, at viðkomandi hevur eina teldu við einum kamera.
Uttanhýsis fígging
Nógv arbeiði hevur verið lagt í at menna hesa loysnina og hevur verið samstarva við fleiri aktørar fyri at fáa alt í lag, vísir skúlastjórin á.
- Vit fingu millum annað eitt samstarv í lag við Próvstovuna, so at próvtøkur kundu takast uttanlands, vit settu okkum í samband við sendistovur, so hon kundi taka próvtøkurnar undir eftirliti, fingu til vega e-bøkur og lærdu lærarar at samskifta við nýggju tólunum, greiðir stjórin frá, og vísir á, at fíggingin eisini er fingið í lag aðrastaðni frá.
- Tað kostar omanfyri 100.000 krónur at rigga eina stovu til. Tað er ikki pengar, ið skúlin eigur, men eru tað privat persónar uttanfyri skúlan, ið hava givið pengar til verkætlanina, tí tey eru áhugað í, at hetta skal eydnast.
Verkætlanin heldur fram
Hálvt ár eftir at skúlaleiðslan fekk fyrispurningin frá familjuni, var skipanin ment so mikið nógv, at Ragnhild Skarp kundi luttaka á jøvnum føti við hinar næmingarnar. Men hóast skipanin nú er klár og skúlin hevur tvær fjarlestrarstovur, er talan enn bara um eina royndarverkætlan.
- Mentamálaráðið hevur játtað okkum at framhaldandi royna skipanina við systrunum hjá Ragnhild, ið fara í 8. og 5. flokk nú. Hetta royna vit í eitt ár aftrat, og um tað vísir seg at eydnast, og kann dekka ein veruligan tørv, so er tað nakað, ið vit fara at bjóða øðrum, greiðir Regin Marnersson frá.
Um so er, at skúlin fær loyvi at halda fram við hesum, so er ætlanin at ein flokkur frá 5. til 9. flokk skal vera ein fjarlestrarstovu. Sostatt kunnu føroysk børn, ið ikki fáa verið til staðar í skúlanum, taka hesi ár gjøgnum internetið.
- Tað kann vera, at vit fáa tveir, tríggjar ella fýra næmingar til hvønn flokk ella at tørvurin er so stórur, at man kann stovna ein fjarlestrarflokk burturav. Óansæð hvat tað verður, eru vit opin fyri tí, tí vit halda tað er ein grundleggjandi skylda hjá okkum, sum tann størsti fólkaskúlin í Føroyum, at kunna vísa á loysnir til serligar tørvir. Tað ábyrgdina vilja vit gjarna bera, sigur skúlastjórin.

- Ein ábyrgd vit vilja bera

