Eftir ætlanini hjá teimum politisku flokkunum skuldi ríkiskassin, umframt rentuna, fáa ein part av vinninginum, um partabrævavirðið hjá bankunum hækkaði aftan á bjargingina. Men aftan á ein fund við stjórarnar í Danske Bank og Nordea valdi tann konservativi búskapar- og vinnumálaráðharrin, Lene Espersen, at sleppa hesum kravinum.
Hetta skuldi vísa seg at blíva ein dýr avgerð. Fyrrverandi yvirvísmaðurin Christian Sørensen segði í sending hjá DR fyrrakvøldið, at við at sleppa kravinum misti ríkiskassin 24 milliardir krónur. Ágóðin fór ístaðin til tey, sum eiga bankarnar.
Lene Espersen sigur við DR og Politiken, at hon vil ikki gera viðmerkingar til tað, sum hendi á fundunum um bankapakkan í januar í 2009. Tað vilja teir báðir bankastjórarnir heldur ikki.
Sosialdemokraturin Henrik Sass Larsen, sum var við til samráðingarnar um bankapakka 2, sigur við DR, at talan er um tann størsta stuldurin í danskari søgu.