Rutuflogfarið hjá Air Greenland, sum var á veg úr Grønlandi til Danmarkar fyrradagin, noyddist at broyta kós og at millumlenda í Keflavík í Íslandi. Orsøkin var, at ein ferðamaður bleiv so illur í sær, at manningin helt tað ikki vera ráðiligt at halda fram til Keypmannahavnar við honum.
Flogskiparin valdi tí at millumlenda í Íslandi, har løgreglan kom umborð eftir manninum.
Hann sleppur tó ikki so, tí sambært Air Greenland fær maðurin eina rokning upp á í minsta lagi 100.000 krónur.