Tórshavnar Býráð hevur nú sett skjøtil á arbeiðið at gera eina brúgv um Sandá, sum skal binda saman ringvegin um Havnina og Glyvursvegin út á Argir
Nú Glyvursvegur er um at verða liðugur, er næsta stigið hjá Tórshavnar Kommunu at gera brúnna um Sandá. Bygginevndin fyri brúnna um Sandá er nú mannað, og í nevndini eru sjey limir, fýra limir eru úr kommunalu umsitingini, teir eru Boði Haraldsson, býarverkrøðingur, Mikael Viderø, býararkitektur, Heri Olsen, roknskaparleiðari, Michael Jacobæus, landskapsarkitektur.
Tey trý politisku umboðini í bygginevndini eru, Marin Katrina Frýdal, forkvinna í teknisku nevnd, Sjúrður Olsen, nevndarlimur í teknisku nevnd og Bogi Andreasen, formaður í byggi- og býarskipanarnevndini, sum øll síggjast á myndini.
Ymsar brúgvaloysnir hava verið umrøddar, tó eru politisku umboðini samd um, at brúgvin skal verða snøgg, einkul og skal vera eitt prýði fyri økið. Brúgvin skal ikki fylla óneyðuga nógv í landslagnum, tí landslagið og áin eru vøkur frá náttúrunar hond, og tí skal ikki stjalast nakað frá henni við eini yvirdimensionerari brúgvaloysn.
Eisini eru politisku umboðini samd um, at áin ikki skal rørast og at tað skal vera møguleiki at ganga fram við áarbakkanum. Ein slík brúgv er rættiliga dýr at byggja, og enn er peningur ikki settur av til verkætlanina, men meiningin er at fáa hana inn í langtíðar íløguætlanina hjá kommununi.
Nevndin fer nú at arbeiða við fyrireikingini av at gera brúnna, tá ið tað er langt ímillum at brýr av slíkari stødd verða bygdar í Føroyum er fyrireikingararbeiðið drúgt og neyðugt er at søkja sær servitan. Eisini skulu friðingarmyndugleikarnir góðtaka brúgvaloysnina.