Leygardagin 26. mars verður skipað fyri einum hjúnabandsdegi í Hoyvíkar kirkju. Eitt av evnunum er samskiftið í hjúnalagnum.
Tað eru prestarnir í Suðurstreymoy sum hava tikið stig til henda dagin, sum verður fyriskipaður við fyrilestrum og orðaskifti.
Til tiltakið hevur tað eydnast teimum at fáa fatur á havnarmanninum Fróða Madsen, cand. ped. psyk., sum býr í Danmark.
Hann skal halda tríggjar fyrilestrar um hjúnabandið generelt, hjúnabandið í kristiligum høpi og um samskiftið og kenslur í hjúnabandinum.
Hjúnabandsdagurin byrjar klokkan 9:30 og heldur fram til út á seinnapartin. Fyri at lætta um hjá hjúnunum, verður eisini skipað fyri tiltøkum fyri børnini, meðan tey vaksnu eru til fyrilestrarnar.
Tiltakið er ókeypis.