Ein dripin og fleiri særd av skotum í Christiania

Ein 30 ára gamal er dripin av skotum á Christiania í Keypmannahavn. Fleiri onnur eru rakt, upplýsir løgreglan í kvøld.

 

Ein 30 ára gamal er í kvøld dripin av skotum á Christiania.

Tað upplýsir Poul Kjeldsen, politiinspektørur hjá Københavns Politi, á tíðindafundi.

– Ein 30 ára gamal maður er deyður. Hann er kendur í rockara-bandaumhvørvinum, sigur Poul Kjeldsen.

Skottilburðurin kann hava røtur í einum verandi stríði, og tað kann ikki útilokast, at hann hevur samband við hassjhandil, sigur politiinspektørurin.

Løgreglan leitar eftir tveimum monnum, sum verða hildnir at standa aftan fyri skottilburðin.

 

##med2##

Teir báðir skulu vera komnir í maskum og myrkum klæðum til Christiania, síðani fóru teir inn í bygningin Streneskibet á Pusher Street.

– Teir lata skot av og fara inn í Stjerneskibet yvir móti einum persóni, lata skot av og flýggja síðani haðani, sigur Poul Kjeldsen.

Teir báðir menninir flýddu móti Langebro á elsúkklum av slagnum Mate.

Tað eru fýra persónar, sum eru raktir av skotum. Ein er í kritiskari støðu men stabilur. Hinir eru lættari særdir, upplýsir politiinspektørurin.

Løgreglan kennir samleikan hjá øllum ofrunum, men upplýsir ikki, um samband er millum persónarnar.

 

##med3##

##med4##

Tað er ógreitt, um talan kann vera um, at tilvildarligir persónar eru raktir í skottilburðinum. Poul Kjeldsen, politiinspektørur, upplýsir á tíðindafundinum ikki meira um smálutirnar.

Københavns Politi hevur handtikið tveir persónar á Christiania. Løgreglan er við at greiða, um teir hava samband við skottilburðirnar, sigur Poul Kjeldsen.

Síðani fráboðanin mom klokkan 19:25 hevur løgreglan verið mannsterk til staðar á Christiania.

 

##med5##

Á X, fyrr Twitter, upplýsti løgreglan klokkan 20.24, at fleiri vóru rakt:

– Vit kunnu í sambandi við støðuna á Christiania vátta, at fleiri eru rakt av skotum.

– Sjálvur skottilburðurin fór fram við Stjerneskibet. Vit hava tí sperrað eitt størri øki og biða um, at hendan avsperring verður respekterað, skrivaði løgreglan.

Løgrelgan fer komandi tímarnar at verða á staðnum í Christiania. Tað er talan um eitt trygdarskapandi átak, upplýsir løgreglan.

/ritzau/

 

 

 


 

 

Københavns Politi hevur í kvøld sperrað av eitt størri øki á Christiania í sambandi við ein skottilburð, har ein 30 ára gamal maður er dripin. - Foto: Emil Helms/Ritzau Scanpix