Tað er annars bert ein mánaður síðani, at Sol Campbell skrivaði undir sáttmála, sum gav honum eina løn upp á knappa hálva millión krónur um vikuna frá nýríka felagnum, sum ætlar sær at kappast við tey stóru um fá ár.
Sáttmálin hjá Sol Campbell skuldi verið galdandi fyri næstu fimm árini, men talan gjørdist altso bert um tann eina dystin, tá Notts County leygardagin tapti 2-1 á útivølli móti Moracombe í triðju bestu ensku deildini.
Eftir hetta hevði fyrrverandi landsliðsspælarin fingið nokk. Íløgurnar hjá felagnum í nýggjar spælarar vóru ikki tær, sum Campbell helt seg hava fingið lyfti um frá leiðsluni, og týsdagin segði hann endaligt farvæl við felagið.