Ein el-bilur er ikki hugsandi

- Eg kenni ov lítið til el-bilar fyri at kunna úttala meg um teir, sigur Kristin Michelsen, borgarstjóri

 

Hvat bilmerki koyrir tú? 

- Toyota Hilux, ein lítil lastbilur, sum eg koyri mest við. 

Kristin Michelsen, borgarstjóri í Tvøroyrar kommunu, sigur, at tey hava eisini ein persónbil av merkinum, Volvo XC 40. 

Kann tað hugsast, at tín næsti bilur verður ein el-bilur? 

- Nei, tað kann ikki hugsast. 

Hvørjar tankar hevur tú um el-bilar? 

- Eg kenni ov lítið til el-bilar fyri at kunna úttala meg um teir, sigur Kristin Michelsen, borgarstjóri.

 

Í VikuskiftisSosialinum seinastu viku var serblað um bilar, og her settu vit borgarstjórum nakrar spurningar.