Nú sær betri út hjá Sigfríði

Stinni norski vongverjin í Vágum er framvegis skaddur, meðan fleiri av teimum eru tøkir aftur, sum vóru uttanfyri, tá ið EB/Streymur mánakvøldið var í Gundadali

Tað lá væl fyri hjá 07 Vestur í fyrstu umførunum. Millum teir tríggjar sigrarnar var 4-2 heimasigur ímóti EB/Streymi, sum seinnapartin aftur verður gestur á Dungasandi. Tá ið 07 Vestur flaggdagin í fyrsta umfari í kappingini um løgmanssteypið var við Margáir og spældi ímóti EB/Streymi, vann heimaliðið 5-0.

 

 Fýra tær seinastu ferðirnar hevur samlaða úrtøkan hjá 07 Vestur verið eitt stig, og tá ið vágamenn mánakvøldið taptu 4-1 í Runavík, gekk tað fyrstu løtuna av skriðuni, og í handavend skoraði NSÍ tvey mál.

 

Eyðsýndi vongverjin í høgru Kevin Egell-Johnsen er nógv saknaður. Norski vongverjin, sum síðsta mánadag fylti 24 ár, er skaddur og hevur ikki verið á liðnum síðani 15. apríl, tá ið 07 Vestur vann 2-1 á útivølli ímóti B68. Álopsspælarin Oddur í Haraldstovu Petersen og verjuspælarin Sonni Ragnar Nattestad eru ivasamir.

 

Meðan 07 Vestur hevur 11 stig, so hevur EB/Streymur bara fýra stig. Fleiri ferðir hava avrikini verið góð og EB/Streymur hevur tapt við einum máli ímóti bæði HB og KÍ, og mánakvøldið hótti EB/Streymur í Gundadali, har tað endaði við 1-0 tapi ímóti B36.

 

Tá vóru onkrir av lyklaspælarunum ikki við, men í dag eru stinni vongverjin Virgar Jónsson og álopsspælarin Filip Djordjevic tøkir aftur. Jákup Hummeland er tøkur aftur, eftir at hann mánamvøldið var sjúkur, og Bergur J. Poulsen er komin fyri seg aftur, eftir at hann mánakvøldið noyddist skaddur av vøllinum, tá ið ein hálvur tími var farin.

 

Álopsspælarin Boubacar Dabo, sum bara var við í øðrum og triðja umfari, varð mánakvøldið í Gundadali skiftur inn, tá ið tað restaðu fimm minuttir.

 

Ein smeitur er tað hjá Sigfríði Clementsen, at miðverjin Andras Ó. Olsen ikki er tøkur, tí hann er darvaður av skaða í lærkrikanum.

 

07 Vestur – EB/Streymur: Dagfinn Forná kl. 15.00.