EM: Svøríki vann á Danmark og Týskland vann á Póllandi

Svøríki og Týskland komu best frá landi í innleiðandi bólki B

Mynd: Ritzau Scanpix

Í dag vóru innleiðandi dystirnir í bólki B leiktir í EM-endaspælinum í fótbólti hjá kvinnum, ið verður leikt í Sveis.

 

Á Stade de Genéve leikvøllinum í Genéve eydnaðist tað Svøríki at vinna 1-0 á Danmark, ið ikki hevur Jóhonnu Fossdalsá Sørensen við í hópinum til EM-endaspælið. Filippa Angeldal skoraði sigursmálið í 55. minutti. 

 

Á Kybunpark leikvøllinum í St. Gallen var Týskland greitt omaná móti Póllandi, ið tekur lut í sínum fyrsta EM-endaspæli nakrantíð. Tað var ikki fyrrenn í seinna hálvleiki, at tað loysnaði hjá teimum týsku kvinnunum.  Jule Brand og Lea Schüller syrgdu við hvør sínum máli fyri, at Týskland vann dystin 2-0.

 

Danmark-Svøríki 0-1 (0-0)

0-1 Filippa Angeldal ('55)

 

Týskland-Pólland 2-0 (0-0)

1-0 Jule Brand ('52)

2-0 Lea Schüller ('66)

 

Í morgin vera innleiðandi dystirnir leiktir í bólki D. Klokkan 17 spæla Wales og Niðurlond, og klokkan 20 spæla Frakland og Ongland.

 

 

 

 

 

 

 

Mynd: Ritzau Scanpix