Ein ella tvær tíðindadeildir í Kringvarpinum

Hugdi eftir kjakinum í SVF hetta kvøldið, kringvarpslógin var til viðgerðar

Løgin sending, ið eftir mínari meting undirstrikar týdningin av, at Kringvarpið eigur at hava strangar reglur at ganga eftir, ella onnur skipan eigur at vera roynd.

Tí hvørgin av politikarunum, ið vóru við í sendingini, vóru við at samtykkja lógina um Kringvarpið. Var tað av tilvild, ella av bráddum huga?

Eg haldi ikki, at handan sendingin borgar fyri tí neyðuga óheftni ella margfaldni í tíðindaflutninginum, ið vit eiga at krevja av Kringvarpinum sum einasta almenna public service stovninum i Føroyum.

Var tað eitt hvørt annað evnið, ivist eg ikki í, at Kringvarpið hevði viðgjørt tað væl meira kritiskt. Hvussu hevur Kringvarpið ikki tugt og tanlað summi tilvildarlig tíndini í eina heila viku, tá talan hevur verið um onnur evnir? Men hesa ferð var tað teirra egna verð, var tað tí, at kritiska røddin ikki kom til orðanna?

Eg skal tó viðganga, at tað kanska ikki er rætt at lóggeva, at Kringvarpið hevur tvær óheftar tíðindaredaktiónir, men samskipar arbeiðskreftirnar fyri at fáa sum mest burtur úr, so vit ikki hoyra og síggja somu tíðindini í báðum miðlunum sama kvøld.

Men so má spurningurin setast: Hvussu tryggja vit okkum so margfaldni í loftbornu miðlunum?

Her eru eftir mínari meting tveir møguleikar:

Antin nokta almenna Kringvarpinum at hava kunngerðir og handilslýsingar, soleiðis at alternativir miðlar (í løtuni Rás 2-radio- og Rás 1-televarp) kunnu nýta hesar inntøkumøguleikar at skapa Kringvarpinum kapping.

Ella at veita Rás 2 og Rás1 fíggjarligan stuðul, so hesi kunnu vera við í kappingini framyvir.

Tí kapping krevst, skulu vit hava munadyggar loftbornar miðlar!

Eg eri vísur í, at endar tað við, at Rás 2 bukkar undir fíggjarliga (og Rás 1 hjá Televarpinum eisini), so stendur ikki so væl til við bert einum Kringvarpi við einari tíðindaredaktión.

At enda skal eg siga, at eg eri glaður fyri, at Helena Dam á Neystabø, mentamálaráðharri, í omanfyri nevndu sending segði, at hon vildi lata allar partar – eisini teir løgtingslimir, ið gjørdu lógina um Kringvarp Føroya – koma til orðanna, áðrenn hon ger sinar niðurstøur í hesum týdningarmikla máli.