Í ferðsluóhappinum, sum var í Eysturoyartunlinum seinnapartin í gjár, endaði eitt fólk á Landssjúkrahúsinum.
Løgreglan sigur, at ferðsluóhappið hendi einar 80 metrar niðan frá rundkoyringini, Rókamegin.
- Ein bilførari, ið ikki helt neyðugu frástøðuna, rendi á bilin frammanfyri, og her var bæði materiellur skaði og fólkaskaði.
Vaktleiðarin sigur, at ein persónur varð fluttur á Landssjúkrahúsið, men tey vita ikki rættiliga, hvussu álvarslligur løsturin er.
Sambært løgregluni kann bilførarin, sum ikki helt neyðugu frástøðuna og sum rendi í bilin frammanfyri, vænta sær klipp í koyrikortið.
- Vit vita ikki ítøkiliga, hvat hendi, men hugsandi er, at bilførarin, sum koyri aftanfyri, ikki hevur verið nóg ansin, sigur vaktleiðarin.
Eftir ferðsluóhappið var Eysturoyartunnilin stongdur eina løtu.











