Klaksvíkar kommuna fer í næstum undir at gera eitt nýtt alment parkeringsøki í miðbýnum, sum skal betra munandi um parkeringsviðurskiftini í økinum. Samlaða økið er umleið 2.500 fermetrar av kommunalum lendi.
- Sum myndin omanfyri vísir, verður parkeringsøkið staðsett millum Hotell KG og Føroya Bjór. Her hevur kommunan í samstarvi við eigaran av nýggja hotellinum gjørt avtalu um at gera eitt alment parkeringspláss við plássi fyri umleið 30 til 35 bilum.
Í Klaksvíkar kommunu halda tey, at hetta er eitt týðandi stig í arbeiðnum at betra um parkeringsmøguleikarnar í miðbýnum, bæði fyri íbúgvar, hotellgestir og vinnulív.
Á býráðsfundi í Klaksvíkar kommunu hin 9. apríl samtykti býráðið at geva fyrisitingini heimild at fara undir samráðingar við Føroya Bjór um at geva fyritøkuni ræðisrætt til part av økinum, umleið 900 fermetrar, til nýtslu í sambandi við virksemið hjá fyritøkuni.
- Fundir hava verið millum kommununa og Føroya Bjór og tað, sum er eftir at fáa upp á pláss, er spurningurin um, hvussu leingi Føroya Bjór skal hava rætt til at brúka hetta lendið.
Í Klaksvíkar kommunu siga tey, at við nýggja parkeringsøkinum verður eitt stig tikið móti einum meira atkomiligum og livandi miðbýi, har pláss verður fyri bæði býarlívi, ferðslu og einum livandi vinnulívi.










