- Ein føðing í sjúkrabili er altíð góð

- Vit plaga at siga, at ein ambulansaføðing er ein góð føðing, tí tað merkir, at tað gongur skjótt og væl fyri seg, sigur Regin Mortensen, sjúkrabilsviðgerðari í Klaksvík.

Ketty Poulsen úr Klaksvík átti mikudagin ein vælskaptan son í sjúkrabili, ávegis til Havnar. Meðan tað helst ljóðar sum ein ótrygg støða fyri mong, so letur Ketty Poulsen sera væl at hendingini. 

 

- Bæði portørarnir og ljósmóðurin vóru sera professionell og eg kendi meg í góðum hondum, sigur Ketty Poulsen við in.fo í morgun. Og Regin Mortensen, portørur - ella sjúkrabilsviðgerði, sum tað eitur - vísir á, at trygdin í slíkum førum altíð er í hásæti. 

 

Les eisini: Ketty átti í sjúkrabilinum 

 

- Tað er ein partur av okkara útbúgving at taka í móti børnum í sjúkrabilinum, greiðir Regin Mortensen frá. Víðari sigur hann, at millum hann og starvsfelagarnar verður mangan tikið til, at ein sjúkrabilsføðing er ein trygg og góð føðing. 

 

- Orsøkin er, at tá ið tað gongur so skjótt fyri seg, at vit ikki náa á Landssjúkrahúsið áðrenn, so merkir tað aloftast, at ongar komplikatiónir er við føðingini. Tí er eitt hvørt galið í støðuni, so tekur tað oftast longri tíð hjá mammuni at føða, sigur Regin Mortensen. 

 

Sjálvur hevur hann fýra ferðir verið í sjúkrabilinum og tikið ímóti børnum. - Vit ringja vanliga til ljósmøðurnar og heita á tær um at koma í móti okkum. Tað plagar at ganga fínt, staðfestir Regin Mortensen. 

 

Hann leggur tó aftrat, at tað kann onkuntíð verða strævið fyri barnakonur at vita sær, at tær skulu koyra til Havnar við verkjum. - Men soleiðis er tað nú einaferð bara, sigur Regin Mortensen og vísir á, at tað mest umráðandi er trygdin. 

 

- Fyri meg var tað ein stuttlig og góð uppliving, sigur Ketty Poulsen, sum gjørdist mamma fyri aðruferð mikudagin.