Ein fekk treytaða frádøming og ein fekk klipp

Í gjør gjørdi løgreglan ferðkanningar á Glyvursvegnum, og løgreglan var eisini í Suðuroy og kannaði ferðsluna.

Í gjár gjørdi løgreglan ferðkanningar á Glyvursvegnum, sum ofta plagar at vera eitt gott hál hjá løgregluni.

 

Her er bert loyvt at koyra 50 kilometrar um tíman, og eisini í gjár vóru bilførarar, sum ikki hildu hámarksferðina.

 

- Í kanningunum vórðu fýra mál skrivað, harav ein bilførari fekk treytaða frádøming og ein annar fekk klipp í koyrikortið.

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at tveir aðrir bilførarar, sum heldur ikki hildu hámarksferðina, fingu bøtur.

 

- Ein bilførari varð máldur at koyra 84 kilometrar um tíman, og ein annar varð máldur at koyra 76, segði vaktleiðarin.

 

Løgreglan gjørdi eisini ferðslukanningar í Suðuroy í gjár. 

 

- Her var ikki so nógv ferðsla, og her varð einki mál skrivað fyri ov nógva ferð, legði vaktleiðarin aftrat í morgun.