Ein ferð inn í framtíðina

Fríggjadagin og leygardagin fer tann fyrsti KT-stevnan av sínum slag av bakkastokki í Norðurlandahúsinum í Havn. Stevnan savnar hundraðtals fólk innan KT-ídnaðin. Stevnan hevur lagt seg eftir at hyggja inn í framtíðina

STEVNA

Í dag, fríggjadagin og í morgin leygardagin verður Norðurlandahúsið karmur um eina stóra KT-stevnu ella KT messu, sum onkur vil kalla tað.
Stevnan hevur fingið KT 2002, og tað er her, at ein og hvør, ið kann seta seg sjálvan ella sína fyritøku í sambandi við KT, verður dagarnar 19. og 20. apríl.
Á skránni hesa báðar dagarnar er eitt ótal av framløgum og fyrilestrum. So at siga allar KT-fyritøkur í Føroyum vera við til stevnuna, og tað skortar so avgjørt ikki við tiltøkum. Tjúgu fyritøkur fara at sýna fram, hvat tær hava at bjóða uppá, og tað er sama tal av fyrilestrum hjá teimum vitjandi at lurta eftir teir báðar dagarnar. Áhugin er eisini risastórur fyri stevnuni. Tann fyrri dagin er fult teknað, 600 fólk.
Stevnan er soleiðis skipað, at tann fyrri dagurin er ein sokallaður business to business, har fólk skule melda seg til.
Seinni daguri er so opin fyri øllum teimum, ið hava áhuga at síggja. Kostnaðurin fyri hesi er 80 kr.
?Endamálið er, at fáa meira vitan um, hvat framtíðin hevur at bjóða. Stevnan krevur nógva fyrireiking, men vit halda hana vera neyðuga, um vit skulu koma víðari, sigur Esbern Hansen. Hann er formaður fyri KT-felagið, sum skipar fyri messuni.

Inn í framtíðina
Temaið á messuni verður framtíðin. Lýsingarnar undan stevnuni hava koyrt við slagorðunum ein ferð inn í framtíðina.
Tað gongur vanliga rættiliga skjótt innan KT-vinnuna, og tað er tí alneyðugt at fylgja væl við.
Fyrilestrarhaldarar eru eisini komnir uttanlands. Millum annað hevur Microsoft eitt umboð við á stevnuni.
Esbern Hansen sigur seg vóna at síggja nógv fólk á messuna, ið enn líktist einum verri puslispælið, tá vit vitjaðu, men tað varð lovað, at alt skuldi koma uppá pláss, tá Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum setur stevnuna fríggjarmorgunin kl. 10.00.