Ein fittur fýrur

Nýggi býráðsformaðurin er góður at samstarva við, sigur politisku mótstøðumaður, sum hevur sitið í býráðnum saman við honum øll árini

 

Býráðsformaður


Jan Christiansen hevur verið góður at samstarva við, hóast politisku hugsjónirnar hava verið ymiskar, sigur Tórfinn Smith, býráðslimur fyri Javnaðarflokkin, um nýggja býráðsformannin í Tórshavn.

-Fyrst fari eg at ynskja Jan tillukku við starvinum, sigur Torfinn Smith, býráðslimur. Hann metir tað heilt natúrligt, soleiðis sum valúrslitið fall út, at hendan samgongan er gjørd.

Um Jan Christiansen, sum hann hevur kent, eisini áðrenn báðir vórðu valdir í býráðið samstundis, sigur Tórfinn Smith, at hann er lættur at samstarva við.

Tað hevur borið væl til at arbeitt tvørur um politisk mørk saman við Jan Christiansen, sigur Tórfinn Smith, sum vónar, at tað eisini fer at bera til, nú Jan er vorðin formaður og hevur boðað frá, at ein meira borgarligur politikkur verður førdur í Havn.

Tórfinn Smith vísir á, at Jan Christiansen ikki eigur at gloyma, at hann er býráðsformaður fyri alt býráðið og allan býin, og ikki bara samgonguna, sum nú er gjørd.