Ein føroyingur og fýra útlendingar: Standa til drúgva fongsulsrevsing

Ein føroyingur, ein íslendingur og tríggir danir standa til drúgvar fongsulsrevsingar, verða tey funnin sek í at smugla stórar nøgdir av rúsevnum til Føroya

Løgreglan hevur rannsakað bátin væl og virðiliga og verið á varðhaldi við bátin, síðan fólkini vórðu handtikin í bátinum klokkan 14:35 í gjár

Løgreglan hevur lagt hald á 23 kilo av hassji og 3,8 kilo av amfetamini í seglbátinum »Rocky« úr Kolding, sum varð brúktur til smuglingina av rúsevnunum til Føroya.

 

Greitt er ikki, um tann handtikni 32 ára gamli føroyingurin var við bátinum, ella hann er tann, sum skuldi taka ímóti rúsevnunum í Føroyum.

 

Fólkini vórðu handtikin um hálvgum tvey tíðina seinnapartin í gjár umborð á seglbátinum, sum lá við Rasmusarbrúgv úti í Bakka í Havn. Tey vórðu løgd í hondjørn, áðrenn tey vóru koyrd í politibilin, siga eygnavitni.

 

Verða tey funnin sek, so standa tey helst til drúgva fongulsrevsing, tí talan er um so nógv rúsevni. Føroya Rættur dømdi til dømis ein persón í 2021 í fimm ára fongsul fyri at royna at smugla 1 kilo av amfetamini. Í hesum føri er talan um 3,8 ferðir ta nøgdina.

 

At smugla so stórar mongdir av hassji gevur uttan iva eisini áralangan fongsul.

 

Enn er ikki greitt, um løgreglan hevur fingið eitt tipp um hesa smugling, ella um tað er av tilvid, at hon kannaði hendan bátin í gjár.

 

Men í rættinum eru øll skuldsett fyri smuglingina og fyri at ætla at selja rúsevnini víðari í Føroyum.

 

Síðani í gjár hevur løgreglan havt úr at gera í seglbátinum »Rocky«, sum løgreglan hevur grópað ígjøgnum og tikið ymiskt sundur inni í bátinum – helst fyri at finna rúsevni, sum kunnu verða goymd onkustaðni í bátinum.

 

Løgreglan hevur rannsakað bátin væl og virðiliga og verið á varðhaldi við bátin, síðan fólkini vórðu handtikin í bátinum klokkan 14:35 í gjár