Fyrr í heyst varð eitt minnismerkið avdúkað við sólurið á Ljósafløtti á Sandi yvir ein minniligan útróðrardag í 1940, har ein bátsmanning bjargaði tveimum øðrum bátsmanningum úr bygdini eina illveðursnátt.
Hendingin fór fram hin 14. mars í 1940, tá tríggir bátar av Sandi, sum vóru á útróðri henda dagin, ikki vóru komnir til lands aftur, tá kvøldið og náttin komu, og hetta var ein ring nátt á Sandi.
Tað var ikki fyrr enn móti morgni, at útróðrarmenninir náddu upp land, og tá komu teir allir aftur í einum báti, tí tveir vóru mistir um náttina.
Tá minnismerkið yvir hesa hending varð avdúkað, segði borgarstjórin í Sands kommunu, Heri Sverrason, at tað einasta, sum var eftir av 10-mannafarinum Føringi, sum bjargaði tveimum manningum, var navnabrettið.
Navnabrettið hongur í Virkinum á Sandi.
Men, tá hátíðarløtan á Ljósafløtti henda dagin var komin at enda, kom Edvard í Skorini Joensen, sum var við til løtuna, til borgarstjóran og fortaldi honum, at hann hevði ein toll og ein borðskeyta av Føringi í varðveitslu.
- Edvard segði mær, at mammubeiggi hansara, Kai Nolsøe, hevði bjargað tollinum og borðskeytanum, beint áðrenn Føringur varð burturbeindur. Hetta vóru stórtíðindi fyri meg, sigur borgarstjórin á Facebook-vanganum hjá Sands kommunu.
Og Heri Sverrason leggur aftrat:
##med2##
- Sum tann hampa-og skilamaður, sum Edvard er, bjóðaði hann Sands kommunu tollin og borðskeytan, og herfyri varð hann sjálvur á Sandi og handaði kommununi stórfingnu gávuna.
Tollur og borðskeyti hanga nú í prýðiligu hølunum hjá Sands kommunu, og kommunan takkar Edvardi í Skorini Joensen fyri vælvildina og gávuna.
Ein av manningini á Føringi var abbi borgarstjóran, og hin gamli fortaldi Hera Sverrasyni, at tá ringast stóð til á havinum hesa náttina, settu teir seg upp á stokkin á bátinum við rygginum móti aldunum.
Gleðin var stór í bygdini á Sandi, tá tað um morgunin frættist, at allir menninir vóru komnir afturíaftur. Børnini í bygdini vóru góð við bátin, Føringin, men sum tíðin leið, og báturin gjørdist gamal, varð hann burturbeindur.
Nú er so navnabrettið, tollur og borðskeyti av Føringi í varðveitslu á Sandi, og á sólurinum á Ljósafløtti er minnissteinur, har til ber at lesa alla søguna um útróðrardagin á vári í 1940.