Tað hevur verið lívligt í Fuglafirði og Fløtugerði seinastu dagarnar og vikurnar. Fleiri nýggir spælarar hava skrivað undir uppá, at teir í 2020 fara at spæla við ÍF, og í síðstu viku varð nýggj nevnd vald.
Nýggi ÍF formaðurin, Georges Rouah, skrivaði mánakvøldið undir fyrsta sáttmálan. Tað var við nýggja málmansvenjaran.
Tað er Pauli Jarnskor í Norðragøtu, sum í nítiárunum var lyklaspælari á óføra GÍ liðnum, sum vann FM í fýra ár á rað – 1993 – 1996.
Pauli Jarnskor var í 2001 og 2002 høvuðsvenjari hjá ÍF, og nú er hann aftur í Fløtugerði. Setningurin hesa ferð er at venja málverjarnar hjá ÍF. Nýggjur málverji í Fuglafirði er Milos Budakovic, sum undanfarnu árini hevur vant málið hjá TB og Suðringum.
Á if.fo verður sagt, at Pauli Jarnskor hevur í fleiri umførum tikið sær av at venja málmenninar hjá GÍ og Víkingi.
Venjarar hjá ÍF eru Hans Jørgen Djurhuus og Ólavur Larsen.