Ein góður dagur at doyggja

Paul Watson er kendur í Føroyum. Saman við limum í felagskapi sínum Sea Shepherd royndi hann miðskeiðis í áttatiárunum at forða grindadrápi. Og enn ger hann vart við seg, bæði mótvegis grindadrápinum og øðrum virksemi, ið honum ikki hóvar. Í løtuni eru tað Makah-indiánar, ið hava vitjan av Watson

Dagfinn Olsen

Kelda: JyllandsPosten (brot úr grein)


Í drúgvari grein í Jyllandsposten, har blaðið fylgir Watson í royndum sínum at forða indiánum í at drepa hval, sleppur Paul Watson rættiliga til orðana við søgum og metingum.

Blaðið vitjar tíðliga ein morgun umborð á ?Sirenian?, ið liggur kolasvart í morgunroðanum. Bergtakandi trínur hann fram á brúnna, tá blaðfólkini nærkast í larmandi smábáti.

Við langa silvurlittað hárinum, svørtum, longum kapteynbúna við messingknøppum og í svørtum stivlum minnir hann blaðsins útsendu mest um ein bíligan sjórænarafilm.

Saman hava Paul Watson, felagin professionelt og privat Lisa Distefano og manningin, ið telur sjálvboðin umhvørvisfólk, í Juan de Fuca økinum roynt at forða Makah-indiánum at taka uppaftur hvalaveiði, ið forfedrarnir góvust við fyri 70 árum síðani. Teir hava loyvi at drepa fimm hvalir næstu fimm árini, men hetta er ikki góðtikið av IWC og er tí ikki lógligt, sigur Watson.

Fleiri ferðir hevur Watson víst, at hann er ikki bangin fyri at leggja nógv fyri, um hann hevur sett sær mál at bjarga hóttum djórasløgum. Saman við Birgitte Bardott byrjaði hann í 1977 herferðina í móti drápunum av nósum, ið førdi til hóttan mótvegis lividygdini í grønlendskum bygdum, tí fólk hataðu kópaskinspelsar. Við ávísum stoltleiika tekur Watson sær æruna av at hava søkt 9 hvalabátar - harav 4 í norskum havnum.


Úr Greenpeace

47 ára gamli Watson var við til at seta á stovn Greenpeace í 1972. Fimm ár seinni fór hann úr felagskapinum, sum hann í dag ikki gevur nógv fyri.

- Eg kenni meg sum læknan, ið skapti Frankenstein. Eg var við at skapa ódjórið, sum í dag bert hevur til endamáls at lívbjarga sær sjálvum, sigur Watson.

Hann stovnaði síðani Sea Shepherd, sum í dag hevur um 35.000 limir, ein minni flota og eina árliga fíggjarætlan áljóðandi umleið eina millión dollarar. Stuðul kemur frá so ymiskum persónum sum sjónleikaranum Bo Derek og frá Dalai Lama.

Watson og hansara harkalið eru altíð í stríði við myndugleikar um allan knøttin. Í dag eru hjálmar og skottryggir vestar líka neyðugt og vanligt umborð, sum bjargingarvestar. Watson er til reiðar at doyggja fyri tí hann trýr uppá.


?Ein góður

dagur at doyggja?

- Mín áskoðan er, at í dag er ein góður dagur at doyggja. Hvat er lívið vert, um ein ikki er til reiðar at berjast og doyggja fyri tí ein trýr. At berjast fyri at bjarga hvalinum er størri heiður, enn at berjast fyri oljuni hjá onkrum arabiskum sheiki, sigur Watson.

Tað var ikki samanbresturin við norsku sjóverjuna, ið er vandamiklasta uppliving hansara. Heldur ikki uppgerðin í 1986 í Føroyum, tá ein kúla fór framvið høvdinum í bert 10-15 centimetra frástøðu.

Sjálvur metir Watson samanbrestin við 300 fullar fiskimenn á McEllan Island í Canada at vera støðuna, har hann hevur verið deyðanum tættast.

- Teir brutu inn á gistingarhúsið og kamar mítt við øks. Eingin møguleiki var at rópa neyðaróp, eg kundi eins væl sláa so nógvar sum gjørligt niður, greiðir Watson frá og tað eydnaðist honum við einum sonevndum stungun at fella 3 fiskimenn í gólvið við pínufullum elektriskum stoyti, áðrenn politi bjargaði honum undan illa hópinum.


Klókir hvalir

Watson metir hval at vera klókt dýr. Klókari enn vit menniskju og vit kunnu læra nógv av teimum. Watson framdi sína fyrstu umhvørvisætlan, tá hann sum 6 ára gamal í Canada, tá ein veiðimaður hevði dripið bævur, ið hann var góður við. Árið eftir breyt hann, saman við sínum 5 systkjum, allar fellurnar og fangalínurnar í økinum.

Hollywood hevur fingið eyga á hernaðarkenda umhvørvismannin. Ein filmur um lív hansara er á veg við Woody Harrelson ella Matt Daman í høvuðsleiklutinum.


Við rifflu

Sjálvt um indiánararnir jagstra við harpun frá primitivum træbátum, so er langt til veiðiháttin hjá forfedrunum. Báturin verður sleipaður til veiðiøkið við motorbáti. Tá harpunin rakar og situr í hvalinum, verður lívið tikið av hvalinum við automatrifflu. Eisini mong av teim lokalu meta ungu veiðimenninar at vera skotglaðar persónar, ið vilja hava okkurt at henda. Ávísingin til stammusiðin er uttanumtos.

Eftir at hava vitjað í 8 tímar hjá Watson gerst blaðmonnunum greitt, at einki hendir handa dagin.

Dagin eftir fara indiánararnir á flot og slagið millum teir og umhvørvisfólkini varir 12 tímar. Nærkast teir hvali, so kemur skjóttgangandi bátur og ræðir hvalin burtur.

Sjóverjan leggur hald á fimm umhvørvisbátar, tí teir eru antin hvali ella indiánum ov nær.

Watson metir, at fimm bátar er ikki ov nógv at gjalda fyri fimm hvalir.

Indiánararnir royna seg, men royndin miseydnast. Teir eiga enn eftir á at drepa fyrsta hvalin í 70 ár. Og Watson er til reiðar at forða fyri, at hesin siður ongantíð gerst veruleiki aftur.