Hóast Caroline Wozniacki hevði trupulleikar í sínum dysti móti Alisa Kleybanova, so vann hon, samstundis sum kappingarneytarnir fullu sum keylir í áttandaparts finalunum. Russiska Alisa Kleybanova sópaði Carolinu Wozniacki av vøllinum í fyrsta setti, sum russin vann 6-2. Men mitt í øðrum setti fekk Wozniacki tak á dystinum og vann síðani 6-3, 6-1.
Men tað, sum kanska var enn meiri upplyftandi fyri donsku tennisstjørnuna var, at argastu kappingarneytarnir fullu sum keylir. Clijsters (seedað 2), Stosur (4), Schiavone (5), Jankovic (6) og Radwanska (9) taptu allar sínar dystir. Tó skal sigast, at Clijsters mátti gevast vegna ein skaða í økslini, eftir at hon hevði vunnið fyrsta sett móti Marion Bartoli 6-3, men var aftan fyri 1-3 í øðrum setti.
Fjórðingsfinalurnar síggja soleiðis út:
Shahar Peer, Ísrael (10) ? Yanina Wickmeayer, Belgia (23)
Ana Ivanovic, Serbia (19) ? Marion Bartoli, Frakland (15)
Hesir báðir dystirnir verða leiktir mikudag
Caroline Wozniacki, Danmark (1) ? Viktoria Azarenka, Hvítarussland (8)
Maria Sharapova, Rusland (16) ? Shuai Peng, Kina (óseedað)