Í kappingini hjá monnum fór Bartal avstað við steypinum fyri nøsini á Joen Petur á Stongum úr SÍ og Jan Hentze úr Fleyr.
Neyvan nakar, sum hevur sæð flogbólt í ár, er í iva um, at Bartal er ein fram úr góður flogbóltsleikari, og tí kann tað heldur ikki koma óvart á, at hann verður kosin at vera besti verjuleikari.
Styrkin hjá Bartali er ikki bara í verjupartinum, men tað er har hann bestur. Hann hevur góðar móttøkur og er einastandandi skjótur á gólvinum. Tí er valið rættvíst.
Stuttligt er annars at síggja, at Joen Petur á Stongum úr SÍ, sum bara er 16 ára gamal, hevur sníkt seg inn millum tveir garvaðar leikarar. Joen Petur hevur í ár víst, at føroyskur flogbóltur eigur gott at byggja á, og stuttligt er at síggja, at hinir leikararnir longu virðismeta hansara avrik á vøllinum.
Triði maðurin, Jan Hentze, hevur í fleiri ár, verið ein knassi á vøllinum, og tí er hann eisini eitt gott boð.
Hjá kvinnum var tað Føroyameistarin, Harriet Hammer úr TB, sum fór við heiðrinum. Eisini hetta er eitt gott væl, tí Harriet hevur verið ein dyggur stuðul á Føroyameistaraliðnum. Hon ger ikki so nógv um seg sum onkrir aðrir leikarar, men hon er trygg í móttøkunum og arbeiðir sera væl í verjuni.
Tað gera Vera Larsen og Randi Larsen eisini, men hinir leikararnir hava hildið avrikið hjá Harriet verið størri og tað er bæði rætt og rímuligt. Hjá monnum var tað stuttligt, at ein av teimum ungu sníkti seg upp í millum. Hjá kvinnunum var tað kanska uppaftur stuttligari, tí her fór hon við heiðrinum.