? Ein gott úrslit

Tað sigur Tummas Magnussen av lønardeildini hjá Fíggjarmálastýrinum um nýggja sáttmálan hjá Sjúkrasystrafelagnum, sum varð undirskrivaður týskvøldið

? Har var ein vilji til at røkka einum úrslitið, og tí kann eg ikki siga, at tað var torført at fáa eina semju við Sjúkrasystrafelagið, sigur Tummas Magnussen í eini stuttari viðmerking til Sosialin.

? Lønarhækkingin er upp á 6,5 prosent yvir trý ár, men lønarhækkingin verður bara givin av grundlønini og ikki av sáttmálaviðbótunum. Tað merkir, at veruliga lønarhækkingin ikki er so stór sum 6,5 prosent, og tí haldi eg, at hesin sáttmálin í grundini er forsvarligur, leggur Tummas Magnussen afturat.

Fíggjarmálastýrið er við nýggja sáttmálanum hjá Sjúkrasystrunum gingin við til, at tað verður lagdur størri dentur á ábyrgd og førleika, og tað kostar eftir útrokningunum hjá Fíggjarmálastýrinum minni enn 1 prosent.

? Tað snýr seg um so fáar persónar, at samanlagt verður týdningurin ikki so stórur.

Tummas Magnussen sigur, at tær flestu sjúkrasystrarnar, sum fáa viðbót fyri ábyrgd og førleika fáa millum 750 og 1.000 krónur afturat um mánaðin, meðan ein teirra fær um 2.700 krónur um mánaðin.

? Men hesin sáttmálin er gjørdur fyri trý ár, og tað merkir, at vit hava frið á hesum økinum so leingi, leggur hann afturat.

Sjúkrasystrarnar vilja hava eina nýggja lønarskipan í hesum lønarskeiðnum. Er tað í samsvar við tykkara ætlanir?

? Partarnir eru samdir um at arbeiða fram ímóti hesum og tað er í samsvari við teirra ynskir, sigur Tummas Magnussen.

Í tíðindaskrivið, sum Fíggjarmálastýrið sendi út beint eftir at nýggi sáttmálin var undirskrivaður stendur at lesa um júst henda partin, at partarnir eru samdir um, at skulu hesar funktiónir mennast er neyðugt, at munurin leiðandi størv og vanlig størv gerst meira sjónligur.

Í seinni bløðum fara vit at hyggja at sáttmálanum, sum eitt nú Føroya Sjúkrahjálparafelag og onnur feløg innan sjúkrahúsverkið hava gjørt við Fíggjarmálastýrið.