Fyri nakað av tíð síðani, tók Umhvørvis- og Býrarskipanarnevnd býráðsins, við Kristian Eli Zachariasen sum formanni, stig til at keypa húsini hjá Hans á Bakkanum.
Ognin hevur verið prýðilig við vøkrum trøum og runnum. Tó eru húsini illa farin og verða nú tikin niður.
Ætlanin er at varðveita trøðini og runnarnar, og hava eitt grønt fríøki í miðjuni, har húsini hava staðið. Hetta so til ber at seta seg niður at og njóta friðin, har vøksturin fremur lívd.
Húsini eru bygd upprunaliga fyrst í 1900 og niðanfyri er ein brúgv – Brúgvin hjá Jacob á Bakkanum, sum er frá um 1920.
- Hetta er ein spennandi verkætlan, ið skal koma øllum borgarum til góðar. Økið skal gerast innbjóðandi, hugnaligt og grønt, har møguleiki skal vera fyri at seta seg niður, rinda møðina og njóta vøkru trøðini og náttúruna í friðarligum umhvørvi mitt í býnum, sigur Kristian Eli Zachariassen, formaður í Umhvørvis- og Býarskipanarnevndini.
Eisini eru ætlanin, at brúgvin skal varðveitast og timbur leggjast omaná hana, so hon gerst partur av tí rekreativa og grøna økinunum beint omanfyri, vanliga kallað á Bakkanum.
Orð og myndir: Dávur Winther