Setti meg niður eina løtu, eg føldi á mær, at eg hevði ein serligan tørv at gera tað júst nú. Eg vildi hava teg fyri meg sjálvan – bert eina lítla løtu. Kanska var tað tí, at dagurin í dag er tín pápi – hesin dagurin av øllum og álíkavæl ert tú ikki her. Kenslur mínar og longsulin eftir tí, sum eg ikki kann fáa, tí tú ert ikki her. Men eitt eigi eg – minnini um teg pápi. Minnini gera, at tú ert livandi fyri mær, har tú stendur og brosar móti mær og varrar tínar teska so eymliga, kom her í mín favn, mítt elskaða barn og fortel, hvat tú hevur spælt við í dag. Tú streyk mær eftir hárinum, kysti meg á kjálkan og hugdi uppá meg – hugdi uppá meg við teim eygum, sum søgdu mær so nógv. Eyguni gjørdi, at eg kendi hitan og kærleikan frá tær, langt áðrenn tú tók meg í tín favn.
Her var eg trygg – her kundi eingin gera mær nakað – einki ilt kundi henda mær – tín nærvera fyri okkum øllum var so ómetaliga stór. Eg boraði meg longur inn í tín trygga favn, meðan eg kroysti dukkuna hjá mær inn at mær – dukkuna, sum eg fekk frá tær pápi – dukkan sum fekk ein serligan týdning, tá tú ikki vart meir.
Í dag – 25. februar tendraði mamma 3 ljós – eitt til hvønn okkara – pápa, beiggja og mær. Ljósini skuldu vísa okkum leiðina til tað staðið, sum vit, hvør á sín hátt vóru farin frá. Fyri børnunum, sum fara frá heiminum at byggja sítt egna reiður og fyri pápa, sum tað máttmikla havið ikki vildi sleppa, men hevur goymt har – eg vildi so ynskt, at tú á tínum 80 ára føðingardegi var her hjá okkum – bert eina lítla løtu.
Eitt eri eg glað fyri pápi – sjálvt um havið tók nakað so dýrabart frá mær, beiggja og mammu, so kann eingin taka tey dýrabaru minni frá mær – ja, glað og takksom.
Sjálvt um eg ikki kann taka teg í mín favn, so kann eg altíð siga at eg elski teg.
Dóttir tín