Ein heilsan til pápa mín, Pollaba, ið fyllir 90 ár 23. juli 2006

Í barnaárum lívið blómar
Og verðin smílir, lær og ljómar.
Í sjónarringi andin hómar
Í trúgv eitt himmalskt land, sum barnahjarta nam.

Himmalska lyftisland, teg barnatrúgvin fann,
Tú ungdómshjarta vann, - tí har býr Jesus
Ja, ungdómsár og síðan gráu hár
Meg minna um eitt ævigt himmalskt vár!

Í ungdómsárum birtast dreymar,
Í loyndum kvekjast kenslur eymar,
Og vónin, sum í brósti streymar,
So tráandi í trúgv móti himmalhæddum ber.

Í manndómsárum tíðin trýtur,
Og stúran stundum hjarta nítur,
Men gjøngum alt seg trúgvin brýtur
Og festir eyga aftur lyftislandið á.

Í ellisárum minkar megin,
Og mangt kann dimma trúðarvegin,
Tó altíð floymir himmalgleðin,
Í hjarta inn, tá trúgvin lyftislandið sær.

---

Góði pápi. Nú tú fyllir níti ár, vil eg senda tær henda sálm sum eina heilsu til tín. Tú hevur nú livað eitt langt lív, og eg takki Guðdi, fyri at Hann hevur givið mær loyvi at átt ein pápa sum teg í so mong ár.
Títt lív hevur verið á sjónum, og kann eg minnast sum smágenta, at tá tú vart heima um summarið, plagdi tú at fara við okkum við árabáti at dyrgja. Tað var hugnaligt. Og hvørja ferð tú vart á veg heim av einum langum túri, stákaðist mamma og gjørdi alt so hugnaligt, tí nú kom pápi heim.
Tíðin flýgur avstað, árini eru nú mong, og ert tú nú á Røktarheimi. Ofta sigur tú, tá vit eru og vitja teg »forbi er nu barndommes dage, og jeg ejer kun minder tilbage« Tað kunnu vit sanniliga siga um teg. Vit eiga bara góð minni um teg og mammu við, sum ikki er millum okkum meira. Tín trúgv og títt lív hevur verið fyrimyndarligt. Altíð við tí góða og altíð takksamur, og hvørja ferð tú hevur fingið eina hjálpandi hon av starvsfólkunum, nevnir tú tey fyri »perlur«.
Góði pápi, tú og vit eru ríkiliga vælsignað. Tú eigur fýra børn, 16 abbabørn og 18 langabbabørn og hava tey eisini nógv gott at minnast um teirra abbalang.
Vit gleða okkum at verða saman við tær sunnudagin, og ynskja at Harrin framvegis ríkiliga skal vælsigna teg.

Tær bestu heildur frá dóttur tíni

Elsa