Havn: - Jeg var so glaður at hoyra, at tykur eisini vóru við á stevnuni!
Nøkulunda soleiðis segði landsstýrismaðurin í heilsumálum, Hans Pauli Strøm við Dávur Winther, mentanarleiðara hjá Klaksvíkar kommunu.
Eftir at hava sett stevnuna, gekk Hans Pauli Strøm runt og vitjaði ymsar básar. Og hann kom í hesum sambandi eisini á gátt á básinum hjá Klaksvíkar kommunu.
Hann hevur áður lýst Klaksvík sum heilsubý okkara, og fyri klaksvíkingar var tað tí sjálvsagt, at tey áttu at taka lut á stevnuni, sum Synergi skipaði fyri.
Heilsan á breddan
At Klaksvík er lýstur sum heilsubýur kemur ikki av ongum. Bæði í verki og við kunning hevur ein sett sær fyri at liva upp til hetta heitið.
Eitt av hesum tiltøkum er ein stórur faldari, sum vísir hvørjir møguleikar og hvørji tilboð finnast til at betra um sína egnu heilsu í næststørsta býi okkara.
Eitt úrslit av hesum átakinum er, at í summar hava eini 400 fólk runnið hvønn einasta leygardag eftir eini renniskrá sum ítróttarfelagið Treysti hevur skipað fyri.
- Tit hava rættiliga sett heilsuna á breddan, og tí kunnu tit av røttum kalla tykkara bý fyri ein heilsubý, helt Hans Pauli fyri inni á básinum hjá klaksvíkingum »Klaksvík - ein Heilsubýur«.
Á hesum básinum var hesin heilsufaldarin at fáa og vístur á veggin. Umframt hetta kunnaði Helena Pætursdóttir um virksemið hjá Artharmonia á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.
Umframt hetta máldi Sigrun Heldarskarð, sjúkrasystir lungnaorku á stevnugestunum og Jóhanna á Tjaldrafløtti greiddi frá um heilsugóðan mat og kunnaði annars um virksemið á Húsarhaldsskúlanum í Klaksvík.
Ein teirra sum fekk málda lungnaorku sína var júst Hans Pauli Strøm. Á básinum kundi ein bert staðfesta, at landsstýrismaðurin hevði góð lungu.
- Ja, Hans Pauli hevur lungu sum ein unglingi. Tað kemur ikki uttan orsøk, tí hann rennur fimm ferðir um vikuna og er haraftrat tilvitaður um skynsaman lívsstíl, verður sagt av básinum hjá klaksvíkingum.