Elis Poulsen varð føddur í Skopun hin 22. juni í 1952, sonur Fridrikku (Drikku) sunnan úr Vági og Jóhan Hendrik Poulsen (Enna) úr Skopun.
Bert tíggju dagar gamal bleiv Elis innlagdur á Dr. Alexandrines Hospital. Hann varð føddur við einum vælskaptum breki í fótinum.
Fyrstu ferð, Elis var aftur i Skopun, var hann trý ára gamal, men tá var hann heima bert í nakrar fáar dagar.
Elis var fimm ára gamal, tá hann endiliga varð útskrivaður og kom heim. Mær er sagt, at tá hann kom heim aftur at vera, kendi hann ikki mammu sína.
Sum stórur smádrongur flutti Elis við familjuni til Íslands, har familjan bleiv verandi. Elis hevði stóran longsul til heimlandið, og hann vitjaði eisini heim aftur. Her heima arbeiddi hann eitt skifti sum kokkur á Sjómansheiminum og eitt skifti á Royndarstøðini í Hoyvík.
Tað er um hesa tíðina, at tað rennur saman millum Elis og Jonnu. Tey flyta til Íslands, Elis fer á garðyrkisskúla, og Jonna nemur sær útbúgving sum sjúkrahjálpari, sum tað kallaðist tá.
Tað lá ikki í kortunum, at tey skuldu flyta heim aftur beinanvegin. Bæði høvdu fingið arbeiði har yviri. Men, lagnan vildi tað øðrvísi.
Verpápi Elisar, sum hevði verið sjúkur, men var komin so nøkulunda fyri seg, var aftur farin at vikna. Tí valdi Jonna saman við Elisi at flyta heim aftur at vera um pápan.
Hetta var stórt av henni, havandi í huga, at hon bert var 19 ára gomul.
Jonna og Elis giftust hin 15. august í 1981, og tey búsettust á Kjálkanum á Sandi. Tey eiga børnini, Miu og Ólavur Enni.
Hjúnabandið hjá teimum hevur verið fyrimyndarligt, altíð saman um alt; tey ferðaðust nógv og dugdu at liva í nú’inum.
Men, lagnan hevur eisini bjóðað teimum av.
Elis góði, tú varð føddur optimist, og tú helt øllum uppi, tá harðast leikaði á - við sjúku og øðrum í familjuni.
Elis var tikin úr leikum at gera góðan mat, og mangan hjálpti hann okkum, tá tað skuldi vera gott og flott. Føtini vóru sum á flottastu hotellum, altíð jaligur og glaður, líka mikið hvat og hvussu.
Tey síðstu árini var Elis sjúkur, og hann viknaði spakuliga. Men, hetta var eingin forðing. Hann var til dystin fús at fara runt landið til tiltøk - ja, so seint sum í mai mánaða, sum hann andaðist í juli, vóru tit bæði í Vági á dansibandsfestivali.
Elis hevði ein ótrúligan vilja at liva og koma út.
Hin 22. juni í fjør fylti Elis 67 ár. Tá bjóðaðu Jonna og Elis okkum í familjuni til ein góðan bita.
Hetta gjørdist ein so einastandandi góð løta. Eyguni á Elisi lýstu av gleði og nøgdsemi, og sungið varð tillukku, bæði á enskum, føroyskum og ikki at gloyma á íslendskum. Jákup, bróður, var heima á vitjan, so honum eydnaðist eisini at vera við.
”Og løtan hin signaða, ríka… ”, kann av røttum sigast um henda føðingardag hjá Elisi.
Í fagrasta veðri hin 19. juli í fjør fór Elis sín seinasta túr úr Skopun. Undir lið hansara var Jonna, sum so trúføst altíð hevur verið um mannin - og ikki minst øll árini, hann var sjúkur.
Elis lá ikki leingi á Landssjúkrahúsinum. Hin 22. juli - júst ein mánaða eftir føðingardagin - slóknaði hann stillisliga við Jonnu, dóttrini Miu og systir síni, Marentzu, við sjúkrasongina.
##med2##
Vit í familjuni vita, hvussu glaður Elis gjørdist, tá hann bleiv abbi - fyrst at Hjartani og síðan Eliasi. Hann elskaði abbasynirnar og gleddist um alla teirra viðgongd.
Ja, abbin hevði verið nakað glaður og stoltur, um hann visti, at Hjartan varð úttikin í fótbólti og er á veg til Leeds í Onglandi.
Góða, kæra lítlasystir!
Elis er farin heim, har eingin sjúka og pína er. Tú hevur verið ein røsk og sterk kvinna. Einsamøll hevur tú í tolni stríðst saman við Elisi. Um nakar, so átti tú gullmedalju um hálsin fyri títt tol, tína styrki og allan tann kærleika, tí hevur víst manni tínum, børnum og ommusynum.
Tú ert ikki fødd við gullskeið í munninum, tá tú bert seks ára gomul gjørdist móðurleys.
##med3##
Lívið er ein lítil løta,
alt tú eigur fánar her.
Gingin er hin evsta gøtan
- kærleikin tá eftir er.
Elis fekk eina vakra jarðarferð. Tróndur Enni sang Lítli fuglur og Saknaður, og Hans Jacob Hjelm sang, Nú og so alt lívið og Jag trodde änglarna sang. Dupultkvartettin setti sín serstaka dám á við tveimum vøkrum sangum, og prestur bar fram góð og troystarrík orð.
Alt í Elisa ond, um eg so kann siga.
Eg fari at enda hesa hugleiðing um kæra svágin við hesum versi:
Takk, Gud, fyri alt, sum hendi, fyri gávur, tú oss ber,
fyri tíð, sum er at enda, fyri stundina, sum er!
Takk, Gud, fyri ljósa várið, fyri myrka, kalda heyst,
fyri hvørt hitt gloymda tárið, fyri hjartafrið og treyst!
Góði Elis, svágur, hvíl í friði, takk fyri alt.
Annebeth
##med4##