Ein kanadiskur føroyingur á Christianshavn

Føroyskt/kanadisksa songkvinnan Lena spælir í løtuni kring Danmark fyri útseldum hølum, ið taka 700-1500 áskoðarar. Í steðginum millum tvær konsertir hitta vit Lenu á Christianshavn.

Tónleikur
 
Lena og Niclas hava valt at fylgja dreyminum, um lívið sum yrkistónleikarar. Tey hava seinastu mánaðarnar satsa uppá danska marknaðin, har er tað blivið til nógvar konsertir, eina fløguútgávu, nógvar útvarpsendingar, fleiri frálík ummæli og nú eina konsertferð saman við amerikonsku songkvinnuni Beth Hart. Eg hitti Lenu í bítandi danska kuldanum við Metrostøðina á Christianshavn Torv. Tey búgva á einum lítlum kamari á Christianshavn, greiður hon mær frá, meðan vit spáka oman á eina kafé stutt frá torginum. Nógv fólk er inni, og vit sete okkum við einasta tóma borið at drekka heitt og svart kaffi.
 
Útseld konsertferð
Leygadagur er og klokkan nærkast 14. Um tveir tímar skulu Lena og Niclas avstað til Næstved, har tey um kvøldið skulu spæla fyri 700 dønum í Det ny ridehus. Hetta er ein av teimum nógvu konsertunum sum upphiting fyri Beth Hart, í smáum og størri býum í Danmark í hølum, ið taka millum 500-1500 fólk. Allastaðni er útselt, eisini í Amager Bio týskvøldið. Amager Bio liggur eitt hanagleiv frá Oyrasundskollegiinum, og var karmur um tí allar fyrstu framførsluna hjá Lenu í Danmark fyri eini 5-6 árum síðan, tá Nærvarp Okkara skipaði fyri dansi við Lenu Andersen Band.
 
Rokk-mamma
Lena sigur, at konsertferðin við Beth Hart er ordiliga fantastisk. Tað r feitt at spæla fyri so nógvum dønum og vísa teimum. hvør Lena er. Men tað er eisini hart -  Tað er altíð hart at hita upp fyri onkran. Áskoðararnir eru ikki har fyri at hoyra teg. Í hesum førinum er Beth Hart ein rokk-mamma, sum dregur rokkáskoðarar, og tí kann tað vera hart at spæla stillan tónleik, sum Lena ger. Men næstan allar konsertirnar hava gingið ordiliga væl, og hon hevur fingið áskoðararnar væl við.
Tann harðasta konsertin var tann næsta á konsertferðini. Hetta var í Esbjerg í einum stórum høli við nógvum veitslubúnum áskoðarum. Kvøldið fyri høvdu tey spælt eina sitikonsert  í Vejle, tá gekk ordiliga væl, tí vóru tey ikki so fyrireikaði uppá avbjóðingina. Men tað eydnaðist tó at fáa rættuliga væl fatur á áskoðarunum. Tað var buldrasligt og rokaligt men fínasta slag, sigur Lena.
 
Jaliga yvirraska av dønum
Hvørt kvøld aftan á sína framførslu, fer Lena út í konserthølið at selja fløgur. Hon og Niclas eru einsamøll um hetta, og eingin annar er tí at taka sær av søluni. Hon stendur saman við merchandice manninum hjá Beth Hart, ið selur t-troyggir og fløgur. Her fær Lena sera nógvar jaligar afturmeldingar, allar afturmeldingarnar hava faktisk verið jaligar, og tað er ótrúliga stuttligt, sigur hon.
Lena sigur, at hon ongantíð hevði væntað, at hon skuldi enda í Danmark. Men tað var umboðsmaðurin, sum metti tann danska marknaðin at vera eitt natúrligt stig víðari úr Føroyum og inn á skandinaviska marknaðinum. Lena er jaliga yvirraskað av dønum. Danir eru eisini menniskju, teir eru har fyri at hoyra teg og tína søgu. Hon hevur ongantíð lært málið og tosar tí eitt sindur hálvbrotið. Men um hon sigur okkurt galið, so flenna tey bara. Tey seta prís upp á, at eg royni. Hetta eru hjørtu, ið kunnu rakast. Tá hon spælir step on the gas, klappa fólk í takt, responsurin er har.
  
Við til Norra
Lena sigur, at hon visti ikki, hvat hon skuldi vænta av Beth Hart og bólkinum. Hetta eru fólk, sum hava livað eitt hart lív. Men tey eru bara so fitt og kul øll somul, tað ger tað sjálvandi konsertferðina nógv stuttligari.
Beth Hart er eftir øllum at døma eisini væl nøgd við upphitingina, tí umframt donsku konsertferðina, hevur hon eisini biðið Lenu hitað upp fyri seg, tá hon skal spæla eina konsert í Norra. Hetta kom í lag, aftan á at danska konsertferðin var farin í gongd, og Lena tekur hetta sum eina álitisváttan. Hon flennur og sigur, at nú sleppur hon at royna sínar norsku røtur. Pápi hennara varð føddur í Norra.
 
Aftur til Kanada
Tá Lena og Niclas koma aftur úr Norra, skulu tey spæla eina konsert á kanadisku ambassaduni í Keypmannahavn í sambandi við, at samstarvið millum Kanada og Danmark fyllur 60 ár. Hon viðgongur at dreymurin um at sláa ígjøgnum í Kanada livir enn, og umboðsmaðurin hjá henni roynir at fáa avtalu um at útgeva Cant Erase It í Kanada. Vónandi eydnast hetta skjótt, so tey sleppa á konsertferð í Kanada í vár. Men um fløgan veruliga byrjar at selja nógv í Danmark, so verður ikki farið nakran veg.
 
Gongur stútt framá
Hon sigur, at hon einki serligt veit um fløgusøluna í Danmark ikki annað enn, at hon selur stútt, tó ikki sum heitt breyð. Øgiliga nógv kemur út í løtuni, serliga nógv danskt, og vandi er fyri at druknað í hesum. Tí er at vóna, at fløgan heldur fram við at selja og møguliga sleppur meira framat aftan á nýggjár, tá jólasølan er stilnað av.
Step On The Gas er nógv at hoyra á teimum stóru útvarpsrásunum, og Lena hevur eisini gjørt samrøður og spælt live á nógvum ymiskum útvarpsrásum, í seinastu viku koyrdu hon og Niclas <st1:metricconverter w:st=&quot;on&quot; ProductID=&quot;1000 km&quot;$?$end$!$1000 km</st1:metricconverter$?$end$!$ runtí Danmark, til 8 ymiskar útvarpsstøðir í tveir dagar. Lena vísir á, at <st1:metricconverter w:st=&quot;on&quot; ProductID=&quot;1000 km&quot;$?$end$!$1000 km</st1:metricconverter$?$end$!$ er sum til Barcelona. Hon sigur, at tey hittu øgiliga nógvum stuttligum fólki.<BR> 
Góð ummæli
Ummælini av Cant Erase It hava verið sera jalig, bæði Gaffa og Woman hava róst fløguni. Men Lena sigur, at hon helst ikki lesur ummæli. Hon fer út á pallin hvørt kvøld og ger sítt besta. Hvat ummælarin heldur er hansara meining, og hevur tí ikki so nógv við Lenu at gera. Hon sigur, at hon hevur lyndið til at taka allan neiligan kritikk øgiliga nær, og ganga hann við túsund. Tí er betur slett ikki at lesa ummælini.
Hon sigur, at onkur hevur sagt tillukku við góða ummælinum við hana. Men hetta skilur hon ikki, tí ummælarin eigur ummælið, og skal nakar ynskjast tillukku, so er tað ummælarin.
 
Stuttligar verkætlanir
Lena hevur saman við Mariu Guttesen og donsku Amalie Riis spælt nakrar lítlar og intimar konsertir undir heitinum 3 original blondes. Hetta hevur verið ordiliga stuttligt sigur Lena, og hon er altíð opin fyri tílíkum verkætalanum.
Ein onnur stuttlig verkætlan er konsertirnar við teimum trimum havfrúnum. Konsertin í Danmark var ordiliga væl eydnað, og nú verða tvær konsertir í Føroyum við teimum trimum. Lena heldur, at tað, at hon, Eivør og Guðrun eru so ymiskar, ger at konsertirnar rigga so væl. Tað kundi lætt blivið keðiligt, men tað blívir tað ikki. Tí gleðir hon seg til at sleppa til Føroyar at famføra saman við hinum báðum aftur.