Ein kenning førdi til at tríggjar kvinnur fingu stjórastørv

Tað var tann 18. februar í fjør, at aðalstjórin í Vinn­u­mál­a­ráð­num var tikin fyri rús­drekk­a­koyr­ing. Tað førdi við sær, at løg­mað­ur 9. mars gjørdi av, at að­al­stjórin fór frá sum að­al­stjóri, men tók við øðrum starvi við lægri tign og løn í ráð­num. Samstundis setti løg­mað­ur Gunn­leyg Árnafjall sum fyri­bils aðalstjóra.

24. oktober 2012 setti løg­mað­ur Bjørgfríð Ludvík sum nýggjan aðalstjóra í Vinn­u­mál­a­ráð­num. Hon fór úr starvi sum fyrisitingarstjóri hjá Tórs­havnar kommunu.

Tann 24. januar boðar Tórs­havn­ar kommun frá, at Ingunn Eiriks­dóttir er sett í starv, sum nýggj­ur fyr­i­sit­ing­ar­stjóri. Hon fer úr starvi sum stjóri í Dát­u­eft­ir­lit­i­num.

Á grækarismessu boðar Vinn­u­málaráðið frá, at Eyðhild Skaal­um, løgfrøðingur, er sett í starv sum stjóri á Dátu­eft­ir­lit­i­num. Hon tekur við 15. apríl.

Hon fer úr starvi sum løg­frøð­ing­ur hjá Ríkisumboðnum og er annars nevndarllimur í Fígg­ing­ar­grunn­i­num og í nevnd­ini fyri Føroya Tele.