Ein kommisserur kemur framvið

Hóast tilboðið frá Mariu Damanaki enn er loyniligt, so hevur tað broytt tónalagið millum Evropeiska Samveldið og boykottaða pinkulandið Føroyar. – Tilboðið er áhugavert, sigur Jacob Vestergaard, sum hevur lovað fiskivinnukommisserinum eitt skjótt svar

Jón Brian Hvidtfeldt

Hóast stramma tíðarætlan, so dróg út við at halda tíðindafund í Tinganesi fyrrapartin hósdagin. Gjøgnum vindeyguni og millum persiennurnar sóu fjølmiðlafólk ein landsstýrismann og ein kommisser í góðum dialogi, ið tá avtornaði seinkaði fráboðaða tíðindafundin í útvið hálvan tíma.
Men tá Maria Damanaki loksins tók orðið, hevði hon eisini ein boðskap.
- Vit hava brúk fyri eini semju í makrelstríðnum. Vit hava ikki ráð til enn eitt ár uttan semju og við ovurfiskiskapi. Tí havi eg eitt uppskot um eina loysn við mær til Føroya, segði Maria Damanaki.
ES-kommisserurin í fiskivinnumálum vil tó ikki útgreina, hvat liggur í hennara uppskoti um loysn. Tilboðið til Vestergaard skal vera loyniligt, soleiðis at føroysku myndugleikarnir kunnu viðgera tað og geva eitt skjótt svar.
- Mítt tilboð er eitt gott grundarlag undir einari góðari avtalu fyri allar partar, sigur Maria Damanaki.
Og Jacob Vestergaard tekur undir:
- Nei, eg fortelji tær ikki, hvat liggur í tilboðnum frá Damanaki. Men tað er áhugavert, sigur Jacob Vestergaard.
Sambært fiskivinnukommisserinum hjá ES kann eina semja í makrelstríðnum slóða fyri øðrum samstarvsavtalum millum ES og Føroyar. Men fyrst skal makrelbýtið fáast upp á pláss, og rætta løtan til at gera tað er nú, sambært kommisserinum:
- Stovnurin er væl fyri, mest loyvda veiðan er økt nógv, og tí er rætta løtan at finna semju. Vit hava ikki ráð til at makrelstovnurin verður niðurfiskaður, sigur Maria Damanaki.
Fiskivinnukommisserurin sigur seg vilja leggja nógv fyri í eini roynd at finna semju um makrelbýtið, áðrenn hennara skeið sum kommisserur er av.
- Tú kanst bara ímynda tær, hvat hendir, um verandi støða heldur fram. Øll fara tá at fiska tað, ið tey kunnu, og vit eru tá úti í skaðiligum ovurfiskiskapi, sum eingin kann vera nøgdur við, sigur Maria Damanaki.
Í gomlu avtaluni áttu Føroyar umleið fimm prosent av makrelstovninum. Politiskt er breið semja um at krevja væl meira, og tað hevur síðstu fýra árini havt við sær, at Føroyar hava ásett sær sína egnu makrelkvotu. Í ár er sama støða galdandi fyri sildafiskiskapin, og tað førdi í summar við sær, at ES setti í gildi boykot móti øllum innflutningi av bæði makrel og sild úr Føroyum, eins og hesar vørur heldur ikki kunnu umskipast í nakrari havn hjá Evropeiska Samveldinum.

Telvingin
- Mítt mál er, at vit finna eina semju um býtið, ið skal vera galdandi fyri 2014, sigur Maria Damanaki, sum tí hevur skund.
Tí svarið hjá Vestergaard, ið hann hevur lovað henni áðrenn næstu viku, er bara partur av samlaða puslispælinum um makrelbýtið. Eftir gomlu avtaluni eigur ES 60 prosent av makrelstovninum, meðan Norra eigur 35 prosent og Føroyar fimm prosent. So umframt at ES missir burtur av sínum rættindum, so skal Norra eisini lata burturav. Og harumframt kemur Ísland sum ein lutfalsliga nýggjur aktørur í telvingini um makrelin, ið eisini krevur sín rætt.
Men kommisserurin er sum nevnt jalig, og tað sama er Jacob Vestergaard, sum undir samráðingunum við Damanaki hevur lagt føroysku ynskini á borðið. Enn vil landsstýrismaðurin tó ikki í smálutir við, hvat skilir partarnar:
- Ja, tað er so tann góði spurningurin, um hennara tilboð er nóg nær tí, sum vit halda okkum hava rætt til. Tað er so tann metingin, ið eg skal gera næstu dagarnar, sigur Jacob Vestergaard, sum hevur lovað Mariu Damanaki eitt svar áðrenn mánadagin.
Nú fer landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum at umrøða tilboðið frá Damanaki við politisku skipanina.
- Vit fara nú at umrøða tilboðið í baklandinum, og Uttanlandsnevndin hjá løgtinginum hevur eisini ein týðandi leiklut, sigur Jacob Vestergaard.



FAKTA
Makrelstovnurin er væl fyri, og tí mælir hav¬gransk¬¬ingarstovnurin ICES til at økja fiskiskapin eftir makreli heili 64 prosent næsta ár, sam¬mett við kvoturnar í ár. Í tonsum merkir tað, at ICES mæl¬ir til at makrelkvotan fer úr 542 000 tonsum upp í 890.000 tons. Men tølini hjá ICES sam¬svara tó ikki við tey tøl, sum einstøku londini sjálvi ar¬beiða við. Strandalondini eru ikki samd um býtið av makrelinum, og áseta sær tí sínar egnar kvotur, sum til¬samans eru nógv hægri enn til¬mælið frá ICES. Tað merkir, at í ár hava Norra, ES, Ísland og Føroyar ásett sær sjálvum makrel¬kvotur á tilsamans 905.000 tons. Harumframt hev¬ur eisini Grønland, sum ikki verður roknað sum eitt stranda¬land í hesum høpi, á¬sett sær makrelkvotu á 50.000 tons.